Byrja á berum í Fuglafirði

Eftir at hava n!tt tvey ár til at bíta seg fastar í deildini, tykist ÍF í ár byrja mest sum á berum

Sylla A. David, Gunnar Nielsen, Jacob Kaas, Pól Ennigarð, Rúni Elltør.
                      Hetta eru bara nøkur av nøvnunum, sum í vetur hava sagt farvæl við ÍF fyri at leita sær aðrar avbjóðingar innan fótbóltin.
                      Hóast eingir av hesum spælarunum vóru uppaldir í felagnum, so taldust teir í fjør millum meira ella minni føstu stuðlarnar á liðnum, og tá fleiri av hesum hvørva, setir tað sjálvandi síni spor.
 
Neyðugt við hvøssum álopi
Somikið ógvuslig tykjast sporini, at tað frá fleiri síðum verður sett spurnartekin við, hvørt fuglfirðingarnir í ár hava neyðugu styrkina.
                      Tað hava teir kanska kortini. Talan hevur ikki bara verið um frágongd. Serstakliga tykist ferðslan úr Norðoyggjum vera økt, nú n!ggja vegasambandið í næstum verður veruleiki, og n!ggju spælararnir haðani tykjast heilt víst vera avgerandi fyri gongdini hjá ÍF í ár. Og tað sama kann helst sigast um álopsspurningin.
                      Her skapti Sylla í fjør nógv einsamallur, at var effektiviteturin nøkur prosent hægri, ivorianski framherjin væl havt skotið fuglfirðingarnar nakað nógv longur upp á talvuna. Í ár hevur ungverskur áleypari verið til royndarvenjingar, men hann hevur ikki sannført, og verður tí mest sannlíkt sendir heimaftur. Spurningurin er so, hvørt ÍF sjálvt eigur avloysaran til álopið, ella um hesin verður funnin aðrastaðni.
 
Blandingin skal rigga
Men tað veldst fyri tað nógva eisini um, hvussu skjótt n!ggja blandingin fæst at rigga. Petur Simonsen fær her helst tørv á øllum sínum drúgvu royndum innan venjarayrkið, tí við bara f!ra stamm-spælarum eftir frá seinasta árið, eru nógvar automatismur, sum skulu venjast av n!ggjum. Men við útgangsstøðið í eini sterkari verju, har Bartal og Símun Eliasen helst verða krumtapparnir, og einum hart arbeiðandi miðvølli, ber tó væl til at ímynda sær, at fuglfirðingarnir eisini vinna á hesi avbjóðingini.