Byrja av nýggjum við sernámsfrøðini

Bólkurin, sum hevur kannað sernámsfrøðisliga virksemið, mælir til at gera enda á verandi skipan og lata starvsfólkini søkja størv í eini nýggjari tvørfakligari skipan

Trímannabólkurin, sum hevur kannað sernámsfrøðisliga økið í Føroyum, er eirindaleysur ímóti verandi skipan og heldur bestu loysnina verða ein fullkomiliga nýggja skipan.

- Verandi starvsfólk eiga at fáa í boði at søkja størv í nýggjum bygnaði ella fara frá við tí tíðarbudnu eftirløn, ið tey annars eiga rætt til, sigur arbeiðsbólkurin í fyribilsáliti, sum er lagt á heimasíðuna hjá Mentamálastýrinum.

Arbeiðsbólkurin ætlar, at fólk skulu koma við viðmerkingum til álitið, áðrenn tað verður endaliga orðað og latið landsstýrismanninum við mentamálum.


Betri tænasta

Arbeiðsbólkurin mælir til, at sernámsfrøðisliga økið verður bygt upp av eini greiningarstøð og fimm ymiskum fakeindum.

Greiningarstøðin skal tryggja, at børn og foreldur fáa ein góða byrjan í skipanini, og harafturat er samstarvið millum greiningarstøðina og tær fimm fakeindirnar týðandi partur av skipanini.

Arbeiðsbólkurin hevur í sínum fyribils áliti staðfest trupulleikar og manglar í verandi skipan, og tað eru serliga børnini og foreldrini, sum líða undir hesum trupulleikum.

- Á greiningarstøðini verður virksemið fjøltáttað og fakliga samanvovið, og neyðugt er at fara tvørtur um tey mørk, ið teir almennu fyrisitingarkarmarnir higartil hava sett sær, sigur arbeiðsbólkurin í fyribils álitinum.


Taka hædd fyri barninum

Arbeiðsbólkurin greinar síðani neyvt, hvussu greiningarstøðin skal virka, og hvørjar uppgávurnar hjá teimum fimm fakeindunum verða.

- Nýggja skipanin skal taka hædd fyri tí einstaka brekinum og arbeitt verður við barninum tvørfakliga sum eini heild, sigur arbeiðsbólkurin um nýggju skipanina.

Álitið skal latast landsstýrismanninum í mentamálum, og arbeiðbólkurin ætlar eftir 1. juni at leggja seinastu hond á álitið og síðani lata landsstýrismanninum álitið fyri summarferiuna.