Sunnudagin fara klaksvíkingar at seta sjónareykuna á umhvørvið, tá umhvørvisvikan fer av bakkastokki. Vikan, sum kallast "Slóða fyri" byrjar við gongtúri í Kalsoynni í morgin ári.
Gongutúrurin byrjar umborð á Sam kl. 10, og síðani verður farið við bussi til Trøllanesar og Mikladals, har greitt verður frá skúlunum. Eftir tað verður gingið frá Mikladali til Syðradals.
- Umhvørvið skulu vit ikki einans hugsa um í umhvørvisvikuni, men umhvørvisvikan er eitt gott høvi at kasta ljós á okkara náttúru og umhvørvi, sum er alt okkara lívsgrundarlag. Tíverri hava vit menniskju ikki altíð borið okkum skynsamt at í okkara framferð og brúki av náttúruni og umhvørvinum, og avleiðingarnar av hesum síggjast um allan heim í dag, eisini hjá okkum. Tí er endamálið við umhvørvisvikuni at leggja lunnar undir broyttan hugburð og atburð mótvegis okkara náttúru og umhvørvi, sum vit øll skulu liva í og av, nú og í framtíðini. Tí er umráðandi, at vit nú standa saman um at slóða fyri, siga fyriskipararnir av umhvørvisvikuni.