Í morgin, mánadagin 18. januar, byrjar grevstur fyri fjarhita á Dalavegnum. Hesum boðar Tórshavnar kommuna frá.
Talan er um strekkið framvið Gamla Kirkjugarði millum Doktara Jakobsens gøtu og Jóannesar Paturssonar gøtu. Arbeiðið ber í sær, at eingin gjøgnumkoyrin verður eftir Dalavegnum frá Doktara Jakobsens gøtu til Jóannesar Paturssonargøtu.
Arbeiðið er fyribils mett at vara fram til apríl 2021.
Hetta er ikki einasta arbeiðið í kommununi, ið hol verður sett á hendan mánaðin.
– Arbeitt verður eisini við at bøta um brimskaða niðast á Skriðubakka í Kaldbak. Samstundis umvæla vit kloakkskipanina í økinum frá Krossgøtu 21 og eystur um Skriðubakka, skrivar Tórshavnar kommuna
Arbeiðið fer væntandi at órógva ferðsluna viðhvørt. Arbeiðið gongur fyri seg í trimum stigum og verður væntandi liðugt seinast í juni 2021.