Byrial útlæntur

-

Heimasíðan hjá OB, ww.ob.dk, skrivaði hósdagin, at OB og Fredericia eru komin ásamt um, at føroyski landsliðsleikarin, Johan Byrial Hansen, komandi hálva árið skal spæla við Fredericia.
Síðani Johan fyri hálvum øðrum ári síðani kom til OB, hevur talan bert verið um átta dystir á besta liðnum, og í longdini er hetta sjálvsagt ikki ein nøktandi støða.
Enn er sáttmálin ikki skrivaður undir, men í OB verður sagt, at hetta verður gjørt ein av komandi døgunum.
Fredericia er í løtuni á 13. plássi í næst bestu donsku deildini.