Tað gekk illa hjá AC Horsens í fyrsta dystinum í Viasat Cup, har tey donsku superligaliðini kappast um ein vinning upp á 3 milliónir krónur. AC Horsens var á heimavølli ímóti Brøndby og tapti 4-1. Longu áðrenn hálvleik hevði Brøndby gjørt fýra mál, og í hálvleikssteðginum vóru Johan Byrial Hansen og ein liðfelagi sendir á vøllin at venda gongdini. Tað eydnaðist teimum at halda tætt í verjupartinum, men AC Horsens fekk einki mál afturat.










