- Hetta kann ikki halda fram!
Jenis av Rana, tingmaður fyri Miðflokkin og lækni, sigur, at nú má tað vera greitt fyri øllum, at munandi broytingar mugu henda í føroyska heilsuverkinum.
- Hesi seinastu árini eru einir fýra stjórar á Landssjúkrahúsinum varpaðir til hús tí at tað er so tórført at halda játtanirnar. Men tað hevur ikki hjálpt og tí má tað nú verða øllum greitt, at trupulleikarnir verða ikki loystir við at koyra stjóran til hús.
- Men hesi seinastu árini er støðan nógv batnað, so at koyra Allan Skaalum frá nú, loysir slett ongan trupulleika. Tann avgerðin mann mest verða tikin fyri at landsstýrismaðurin kann vísa á, at hann hevur gjørt okkurt.
Velja viðgerðir til og frá
Eisini Jenis av Rana er ein av teimum politikarum, sum nú er sinnaður at taka viðurskiftini í heilsuverkinum.
- Tað, sum nú krevst, er, at Løgtingið tekur eitt kjak um hvat vit vilja við okkara heilsuverki.
- Vit í Løgtinginum mugu nú taka eina avgerð um, hvørjar viðgerðir vit vilja veita sjúklingunum í føroyska heilsuverkinum og hvør heilivágur skal vera til taks. - Samstundis skulu vit so eisini gera greitt, hvørjar viðgerðir og hvønn heilivág, vit ikki skulu bjóða.
- Vit mugu taka støðu til um vit skulu bjóða sjúklingum tann besta heilivágin, sama hvat hann kostar. Vit mugu eisini taka støðu til, um vit skulu hava viðgerðartrygd og hvussu langir bíðilistar í mesta lagi kunnu vera.
- Sostatt vita bæði læknar og sjúkrahúsleiðslur, hvør tann politiski viljin er á økinum og kunnu arbeiða har eftir. Samstundis skal politiski mydugleikin eisini gera sær greitt, at hann má betala fyri tær tænastur, hann krevur av heilsuverkinum.
Jenis av Rana sigur, at tað politisku støðuna hava vit ongantíð tikið í Føroyum.
- Men hon má takast, serliga fyri at taka eina órímiliga ábyrgd frá starvsfólkinum í heilsuverkinum.
Tað fer at gera tað munari lættari hjá starvsfólki í heilsuverkinum at arbeiða, tí so vita tey alla tíðina, hvør kósin er. Og politikararnir mugu so eisini gera sær greitt, at skulu vit hava eitt heilsuverk á hædd við hini norðanlondini, krevur tað fígging.
- Ella vit kunnu velja viðgerðir og heilivág frá og siga, at í Føroyum skal tænastan verða á lægri støði fyri at spara pening.
- Men velja vit ikki eina viðgerð frá, ber heldur ikki til at siga einum stjóra upp, sum bjóðar hana fram.
Hann sigur, at tekur ongin annar stig til at reisa tað málið í Løgtinginum, fer hann at gera tað sjálvur og kanska fer hann at byrja við einum fyrispurningi.