Ólavur í Beiti
Eykajáttanaruppskot landsstýrisins fyri oktober 98 varð lagt fyri tingið tann 7. Oktober í ár og eftir 1. viðgerð tann 9. Oktober var tað beint í Fíggjarnevndina, sum fyrrapartin í gjár kom við áliti sínum.
Fíggjarnevndin hevur viðgjørt tey ymisku málini í eykajáttanaruppskoti landsstýrisisns, og hevur nevndin undir viðgerðini havt fund við løgmann, fíggjarmálaráðharran, almannaráðharran, vinnumálaráðharran og mentamálaráðharran, og eisini hava umboð fyri tey avvarandi aðalstýrini verið á fundi.
Talfusk og neps
Nevndin er undir viðgerðini komin fram á onkrar villur í tølunum, verður sagt í innganginum til álitið, og hevur frá fíggjarmálastýrinum fingið rættingar, sum verða settar fram sum broytingaruppskot saman við broytingaruppskotum frá fíggjarnevndini.
Viðvíkjandi uppskotunum um eykajáttan til Føroya Handilsskúla uppá 400.000 krónur til nýggja edv-grundútbúgving við heitinum teldustøðingur, sigur fíggjarnevndin, at upplýst verður, at tann fyrsti flokkurin byrjaði í september 1998.
Fíggjarnevndin tekur undir við, at nýggj edv-grundútbúgving við heitinum teldustøðingur verður sett á stovn, men nevndin átalar, at útbúgvingin verður stovnað uttan at játtan fyriliggur.
Ábyrgdin staðfestast
Og eisini viðvíkjandi Læraraskúlanum, sum á eykajáttanini skal hava 1,8 mió. kr., um skúlin skal varðveita sítt núverandi virksemi, átalar Fíggjarnevndin harðliga.
Í viðmerkingunum til eykajáttanaruppskotið verður sagt, at orsøkirnar til at játtanin ikki røkkur eru fleiri, men høvuðsorsøkin er at finna í einari stórari øking í virkseminum tvey tey seinastu árini.
? Nevndin átalar harðliga, at skúlin økir virksemi, uttan at bneyðug játtan er fingin til økt virksemi, men landsstýrismaðurin hevur upplýst, at fráðgreiðing verður í løtuni skrivað um meirnýtsluna hjá Læraraskúlanum og landsstýrismaðurin bíðar við at staðfesta ábyrgdina til henda frágreiðing fyriliggur, verður sagt í álitinum hjá Fíggjarnevndini.