Ábyrgdin av bútilboðum til heimleys

Trivnaðarnevnd løgtingsins hevur lagt fram álit í ting­máli nr. 72 viðvíkjandi upp­skoti hjá landsstýris­manni­num í almanna- og heilsu­málum um serlig bútilboð til tey heimleysu.

Kommunusam­skipan Føroya

Av tí at nevndarálitið og málsgongdin sum heild er ør­kymlandi fyri Kommunu­samskipan Føroya, loyva vit okkum hesa stuttu við­merk­­ing, nú uppskotið skal til aðru viðgerð í dag 18. apríl 2007.
Landsstýrismaðurin í al­manna- og heilsumálum fekk í juni 2005 handað álit um støðuna hjá teimum heim­leysu í Føroyum. KSF tók lut í hesum arbeiði, har tað m.a. varð mælt til, at komm­unurnar hava ábyrgdina at veita teimum heimleysu bútilboð.
Landsstýrismaðurin sendi samsvarandi hesum hin 22. september 2006 uppskot til hoyringar um serlig bútil­boð til heimleys. Uppskotið fevndi eisini um virkis­fremj­andi stuðul, umsorgan v.m., og hevði KSF í hoyr­ings­skrivi dagfest 16. oktober 2006 fleiri konstruktivar við­­merkingar til uppskotið.
KSF frættir tó einki aftur frá landsstýrismanninum fyrr enn vit staðfesta, at nýtt uppskot er lagt fyri løg­tingið. Nýggja uppskotið fevn­ir bert um at veita bútil­boð, sum landið nú skal hava ábyrgdina av umvegis sjálvbodnar hjálpar­felags­skap­ir.
Í viðmerkingunum verður sagt um tað fyrra uppskotið, at tað fekk so nógvar atfinn­ingar serliga frá kommunu­feløgunum, at avgjørt varð at broyta uppskotið soleiðis, at ummælissvarini vóru tik­in til eftirtektar.
Til hetta skal KSF við­merkja, at hoyringsskrivið hjá KSF er á ongan hátt at­finningarsamt um ta yvir­skipaðu kommunalu ábyrgd­ina á økinum, men høvdu vit fleiri viðmerkingar og iva­mál um ítøkiligu áseting­arnar í uppskotinum, og tí er grundgevingin fyri broytta ábyrgdarbýtinum ikki røtt.
KSF fekk ongantíð seinna lógaruppskotið, sum lands­stýrismaðurin nú hevur lagt fyri tingið, til hoyringar, og tað gjørdi sum skilst heldur eingin annar.
Tað kom tó sera óvart á, at trivnaðarnevndin í áliti sín­um til løgtingið ber fram­undir, at kommunurnar ikki vilja hava ábyrgdina av bú­staðarviðurskiftunum hjá teimum heimleysu. KSF er av teirri áskoðan, at upp­gávan og ábyrgdin at veita heimleysum hóskandi bútil­boð er felagskommunal, og tað harmar tí KSF almikið, at heldur ikki trivnaðar­nevnd­in tók stig til nakra hoyr­ing um uppskotið.