Ábyrgdarleysur loysingarpolitikkur kostar vælferð

Millum annað Tjóðveldi og Miðflokkurin arbeiða fyri at minka inntøkusíðuna hjá landskassanum við at lækka blokkin. Hesir flokkar hava í 2001 verið við til at yvirtaka skúlamál og forsorg, sum viðførdi at ríkisveitingin minkaði við 366 mió. Somu flokkar ætlaðu í CHE samgonguni at yvirtaka serforsorg, sum hevði gjørt, at blokkurin hevði lækkað við 117 mió afturat. Hettar bleiv tíanbetur steðgað av ABC samgonguni, sum tók um endan.

Stórt politiskt ábyrgdarloysi

Allur hesin niðurskurður er gjørdur í óðum verkum, uttan búskaparligt fyrilit, og helst skuldi allur blokkurin verið burtur í gjár heldur enn í morgin.

Í Miðflokkinum verður sagt, at blokkurin er eitt haft um beinini hjá fólkinum, sum her býr, og at vit mugu ”koma burtur úr hesari veiting”, sum um tað var nakað ræðuligt.

Tá samanborið verður við eitt haft, so er tað tí, at føroyingar mugu burtur úr blokkinum skjótast til ber.

Í Tjóðveldi verður hesin sami blokkur nevndur ” ein eitur innspræning” .

Hendan innspræning verður nýtt til at taka lívið av fólki, so tað er ein sera óhugnalig samanbering. Tað sigur bara nakað um, hvussu ábyrgdarleysur politikkurin er.

Ábyrgdarloysi kostar vælferð.

Hvørt mansbarn skilur, at slíkt politiskt ábyrgdarloysi ger, at tað eru færri inntøkur til landskassan. Hetta ger sjálvsagt, at landið hevur minni pening at gera gott við til tænastur, sum verða veittar av tí almenna. T.v.s at tað rakar øll, sum millum annað Miðflokkurin vanliga sigur seg hava so stóra umsorgan fyri. Orð og gerðir passa bara ikki saman í hesum førum.

Tá ríksiveitingin er burtur, hvat so? Hava hesi flokkar nakað at seta í staðin fíggjarliga?