Hetta kann ikki sigast at vera nøkur óvanlig byrjan til eina blaðgrein hjá Høgna Hoydal, og tað er heldur ikki serliga óvanligt, tá hann í næsta setningi sigur, at hetta sum hann nevnir, serliga er galdandi fyri politikarar úr øðrum flokkum enn hansara egna. Og so endar alt sum tað plagar, við at Høgni leggur sína egnu søgu fram (eina av tí slagnum, sum so avgjørt átti at verið bæði eftirkannað og hildin upp ímóti veruleikanum).
Var tað eitt bragd?
Høgni hevur útbúgving í samskifti, og hevur tí lært at brúka positiv orð um sínar egnu gerðir, og negativ orð um tað sum hini standa fyri. Hetta kemur týðuliga til sjóndar í greinini. Millum annað fær hann tað at ljóða sum eitt búskaparligt bragd, at undanfarna landsstýri hevur tveitt meira enn tvær milliardir í blokkstuðli út av vindeyganum, tí, sum hann sigur, høvdu teir ikki gjørt tað, so høvdu vit havt endurtikið 80’ini á tamb – uha, uha!
So var tað kanska eisini gott, at alifiskurin bleiv smittaður við ILA, tí hvat kundu pengarnir ikki verið brúktir til? - Vorðið sum búskaparpolitikkur !
Mugu hava inntøkur
Er tað nakað, sum føroyski búskapurin hevur brúk fyri, so eru tað tryggar inntøkur. At tveita verandi inntøkur burtur, er eingin kunstur, og fara politikarar harafturat at ávara ímóti inntøkum, tí vandi er fyri, at vit ikki duga at eiga pengar, so er lítið gott í væntu.
Stóðu ikki á egnum beinum
Høgni sigur, at talan hjá undanfarna landsstýri var um at taka meira enn 360 mió. krónur úr búskapinum, at stýra ábyrgdarfult og standa á egnum beinum. Hann sigur alt hatta í einum setningi, fyri at lesarin ikki skal varnast, hvussu lítið høpi er í tí, sum sagt verður.
Jú rætt er tað, at meira enn 360 mió. krónur vórðu tiknar úr búskapinum (um árið). Men at teir stýrdu ábyrgdarfult og stóðu á egnum beinum, hevur einki við veruleikan at gera. Teir høvdu eitt samlað undirskot á næstan 2,5 milliardir krónur í 6 ár, og hetta undirskotið bleiv fíggjað við blokkstuðli úr Danmark. Kalla tað so “at standa á egnum beinum”.
Vilja skerja meira
Nú hava teir forkomið einum parti av hesum møguleikanum, og sambært Degi og Viku fríggjakvøldið, hevur Høgni longu boðað fólkatinginum frá, at hann ætlar at strika restina av blokkstuðlinum í komandi valskeiði, meðan Karsten Hansen (í einum øðrum innslagi í somu Degi og Viku) gekk og leitaði eftir uppsparingini í Landsbankanum. Hann skilir ikki, hví so fáir pengar eru eftir har. – Nei hvar munnu pengarnir vera farnir? Hvussu ber tað til, at tá 2 milliardir verða tveittar burtur, so er minni eftir at spara upp?
Er tað kanska tann ábyrgdarfulli búskaparpolitikkurin (á egnum beinum), sum er farin at vísa seg í verki?