Fótbóltur
Sum tað framgongur aðrastaðni á síðuni, so er tað í veruleikanum einki, sum heimilar FSF-forsetanum at leggja seg út í eina málsviðgerð hjá Aganevndini.
Tað var tó júst tað, sum Høgni í Stórustovu gjørdi, tá hann fráboðaði Aganevndini, at hann vegna FSF tók málið um leikbannið hjá Ahmed Keita og eitt annað mál aftur, fyri at fáa tey nøktandi upplýst, og í sama viðfangi boðaði frá, at B68 kundi brúka spælaran sunnudagin.
Sjálvur sigur Høgni í Stórustovu, at hann væl veit, at hann í hesum málið gongur eina knívsegg.
??Eg má bæði virða og verja tær mannaongdir, sum eru fyri eitt nú Aganevndina. Og eg havi heldur ikki beinleiðis lagt meg út í nakra málsviðgerð.
??Hinvegin er tað mín uppgáva sum ovasti leiðari fyri føroyskan fótbólt, at tryggja tær mannagongdir, sum eiga at vera fyri mál av ymsum slag. Í hesum førinum bendir tað kanska á, við tað at málsupplýsingin ikki hevur verið nøktandi frá okkara síðu, at felag og leikari tí ikki fáa tey rættindi, sum tey annars altíð eiga at hava, og tað er ikki nóg gott. Tí havi eg tosað við forkvinnuna í Aganevndini, og boðað henna frá hví eg havi handlað, sum eg havi gjørt. Tað merkir hinvegin ikki, at eg ikki virði at tey hava málsræði á hesum máli, og ynski á ongan hátt at leggja meg út í avgerðir hjá nevndini. Men eg má tryggja mær og føroyskum fótbólti, at málsupplýsingin og mannagongdirnar í øllum málum fer fram á einum fullgóðum grundarlag.
- Eisini eri eg harmur at koma bæði felag, leikara og Aganevnd í hesa støðu, men eg havi mett, at tað var neyðugt at blanda meg uppí út frá einum rættartrygdarsjónarmiði, sigur Høgni í Stórustovu.