Ábyrdarleysur politikkur

Eftir at núverandi loysingarsamgonga hevur stýrt samfelagnum í hálvtannað ár, hevur hetta tíðarskeið verið merkt av ruðuleika og ótryggleika. Lemjandi verkføll eru vorðin hvønndagskostur.

Eftir at núverandi loysingarsamgonga hevur stýrt samfelagnum í hálvtannað ár, hevur hetta tíðarskeið verið merkt av ruðuleika og ótryggleika. Lemjandi verkføll eru vorðin hvønndagskostur.


Limirnir hjá Starvsmannafelagnum vóru teir fyrstu, sum noyddust út í eitt drúgt verkfall, fyri at tey eisini kundi fáa tað, sum tey høvdu uppiborið í lønarvøkstri, á líkafóti við tinglimir løgtingsins.

Ruðuleikin heldur fram. Nú um dagarnar blivu ikki minni enn tveir sjúkrabilar sleipaðir aftur til landsjúkrahúsið, tí peningur ikki er til viðlíkhald. Men í sama bygningi í teimum ovaru hæddum verður peningur nýttur í ólukkumát til at umbyggja, tí almanna- og heilsumálastýrið heldur til har.

Landstýriskvinnan prioriterar seg og síni fram um tey sjúku og veiku í samfelagnum. Var tað ikki upp á sítt pláss, at hon fyrst fekk Landsjúkrahúsið at virka og harvið vísti ábyrgd yvir sínum málsøki?


Stríð um dagstovnar og dagrøkt

Um vit eitt nú taka løgtingsmál nr. 29/1999 : Uppskot til løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt, so kann ein og hvør fara inn á www.løgting.fo og víðari inn á trivnaðaranevndina. Hyggja inn á áðurnevnda løgtingsmál og undir C nevndarskjøl og Y (bræv frá Helenu Dam á Neystabø til Trivnaðaranevndinia), har hon sera ósømiliga niðurger arbeiðið hjá Trivnaðarnevndini. Skjal Z (bræv frá Trivnaðaranevndini til Helenu), har Trivnaðarnevndin slær fast, at hon sum partur av lóggevandi valdinum á ongan hátt kann góðtaka brævið frá Helenu Dam á Neystabø, dagfest 22. mars 2000. Ein samd trivnaðarnevnd heitir tí á landsstýrismannin um í stundini at taka aftur viðmerkingarnar soleiðis, at málið fær ein sømiligan enda beinanvegin.

Sum ein flongdur hundur er hon noydd at taka alt í seg aftur og sendir soljóðandi skriv til trivnaðarnevndina: Metir Trivnaðarnevndin ikki, at viðmerkingar Almanna- og heilsumálastýrisins tæna sínum endamáli, verða tær við hesum tiknar aftur. Undirskrivað Helena Dam á Neystabø, landstýrismaður.

Kann ein landstýrismaður tíggja sær soleiðis, hetta er stór skomm fyri landstýriskvinnuna, at hon á hendan hátt viðger eitt so álvarsligt mál sum løgtingsmál nr. 29/1999: Uppksot til løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt.


Nýggjar lógir, men eingir pengar

Og nú eru vit enn einaferð rakt av einum lemjandi verkfalli. Skúlabørnini eru vorðin gíslar í stríðnum millum tvey aðalstýri, nevniliga fíggjarmálastýrið øðrumegin og mentamálastýrið hinumegin. Tann nýggja fólkaskúlalógin er samtykt av Føroya Løgtingi, uttan at neyðugar avleiðingar verða tiknar, nevniliga at játta peningin til lóginia.

Men hettar er ikki nakað nýtt fyribrigdi hjá sitandi samgongu. Taka vit Skálafjarðarsiglingina, so hevur løgtingið samtykt eina lóg um, at sjóvegis samband skal verða millum Skálafjørðin og Havnina. Men hvat! Enn einaferð hevur løgtingið samtykt eina lóg uttan at taka neyðugar avleiðingar, nevnliga at játta peningin til lóginia.

Hettar er nakað av tí, vit kunna vænta okkum í framtíðini.

Annfinn Brekkstein