Býráðshús fyri 20 miljónir í Gøtu

Tað verður byggifyritøkan KBH á Toftum, sum skal byggja nýggju býráðshúsini í Norðragøtu.

Seinasta mánakvøld samtykti býráðið í Eysturkommunu at taka av lægsta boðnum at byggja nýggju býráðshúsini niðri í Oyrunum í Norðragøtu. 

Tað var byggifyritøkan KBH á Toftum, sum hevði lægsta boðið, ið var á  14.744.806 miljónir krónur uttan mvg. 

 

Býráðið valdi eisini - eftir tilmæli frá fyrisitingini - at gera nakrar broytingar við eitt nú fasaduni og glasveggjum innan, sum vóru við í upprunaverkætlanini.

 

Broytingarnar minka um íløguna við umleið 400.000 krónum, so kostnaðurin fyri alla byggingina verður 19,3 miljónir krónur umframt innbúgv.

 

- Nýggju og stásiligu býráðshúsini verða karmur um alt politiskt og fyrisitingarligt arbeiði hjá kommununi í framtíðini. Almenna kommunala snarskivan kemur eisini at halda til her.

 

Eysturkommuna vísir á, at harumframt verða býráðshúsini partur av miðstaðarætlanini niðri á Oyruni í Norðragøtu.

 

- Húsið er serstakt á tann hátt, at tekjan kemur at virka sum ein almenn gongubrúgv við uppihaldsøki tvørtur um Eiðisá. 

 

Lagt verður aftrat, at talan sostatt ikki bert verður um ein vanligan skrivstovubygning, men eisini um eina fríðkan av umhvørvinum niðri á Oyruni og eitt eyðkennisstað í Eysturkommunu.

 

- Bygningurin verður 698 fermetrar stórur, harav 578 fermetrar eru skrivstovur, fundarhøli, móttøka, býráðssalur og annað. 120 fermetrar verða til goymslu og tøknirúm, veit Eysturkommuna at siga.