- Vit hava ongan kunda havt í ein mánað, sigur Mogens Lützen, hvørs kona eigur og rekur handilin Madam Gaardbo í Vágsbotni.
Arbeiðið við uppihaldstrappuni í Vágsbotni hevur nú staðið upp á í ein góðan mánað, og hóast fyrstu trinini eru løgd, valdar ruðuleiki á arbeiðsplássinum. Nærmastu grannar eru handilin Madam Gaardbo og hárfríðkanarstovan Harraklipp, og arbeiðið uttan fyri hevur rakt hesar báðar hart.
Harraklipp stongdi hárfríðkanarstovuna í gjár, tí neyðugt var at brekka upp asfaltið uttan fyri hurðina, men tá stovan skuldi opna aftur í dag, var neglt fyri inngongdina til arbeiðsplássið, so at fyrstu viðskiftafólkini einki annað val høvdu, enn at venda avstað aftur.
- Býráðið hevur lovað, at atgongd skal vera til handlarnar, men í veruleikanum er tað ikki gott nokk. Tey siga, at tað verður so flott, so flott, tá arbeiðið er liðugt, men trupulleikin er, at við verandi gongd, verður handilin ikki til, tá arbeiðið verður liðugt. Vit hava ongan kunda havt í ein mánað nú, sigur Mogens Lützen.
Hann kundi hugsað sær, at kommunan antin veitti handlinum eini onnur høli í meðan, ella kanska gav eitt ískoyti til húsaleiguna, men tað vil Tórshavnar býráð ikki.
- Svarið er, at hatta er ikki teirra politikkur. Teir vilja ikki viðurkenna, at hetta er teirra ábyrgd, sigur Mogens Lützen.
Sum nú er, er eitt málað skelti á veggin runt um byggiplássið tað einasta, ið bendir á, at nakað vinnuligt virksemi er handan veggin. Einki sæst til handilin Madam Gaardbo frá vegnum og tí er lítið sannlíkt at nakrir kundar støkka inn á gólvið, uttan at hava okkurt ávíst ørindi í handlinum. Handilin byggir nógv á drop-in hugtakið, at fólk detta inn á gólv, tá tey ganga framvið, kanska tí tey síggja eitt hvørt spennandi í vindeyganum.
- Sum nú er, er eingin, ið hættar sær at ganga framvið øllum arbeiðsfólkunum og skeltunum, har tað stendur, Ørindaleys onga atgongd. Og ferðafólk koma so slett ikki. Tí rakar hetta handilin sera meint, sigur Mogens Lützen.
Inngongdin til hárfríðkanarstovuna hongur enn í leysari luft. Dagurin í dag er tó fullbookaður hjá hárskeranum, og tí er Andrias Berg, ið ger arbeiðið fyri kommununa, í løtuni í ferð við at leggja eina plátu oman yvir holið framman fyri inngongdina, so at viðskiftafólkini sleppa inn.