Tórshavnar býráð treingir til at fáa virðiligar umstøður til býráðsarbeiðið.
Tað heldur meirilutin í býráðnum og tí skal býráðið nú taka støðu til, um øll umsitingin hjá Tórshavnar Býráð, skal flyta í nýggja Sjóvinnuhúsið á Vestaruvág.
Men samstundis er ætlanina at sjálvt býráðið eisini skal fáa nýggjan býráðssal ovast upp í Sjóvinnuhúsinum.
Annars var ætlanin at flyta alla umsitingina í gamla høvuðssætið hjá BankNordic í miðbýnum, men nú hevur meirilutin slept tí ætlanini.
Tað er ein stórur fyrimunur fyri tað politiska arbeiðið, at býráðssalur og umsiting eru í sama bygningin í Sjóvinnuhúsinum, sigur býráðið. Men umframt sjálvan býráðssalin, kann salurin eisini brúkast til framløgur, størri politiskar fundir, ráðstevnur, og annað, sum ongar umstøður eru til á Vaglinum.
Afturfyri skulu fyrrverandi bygningarnir hjá BankNordik, Gamla Posthúsið, og Meiaríið, og Káta Hornið, seljast.
Men tað fer at kosta einar 20 milliónir at gera ovastu hæddirnar á Sjóvinnuhúsinum, sum er gamla saltsilan, til býráðssal.
Harafturat skal Tórshavnar býráð so eisini rinda Tórshavnar Havn 2,7 milliónir í leigu um árið.
Men afturfyri fáa havnarfólk, og býráðspolitikarar so ein virðiligan sal við nútímans tøkni- og arbeiðsmøguleikum, sum tikið verður til. Og útsýnið verður heldur onki at klaga um, tí tað verður frítt útsýnið runt allan sjónarringin bæði inni og úti.
- Tórshavn er ein havnabýur og eisini høvuðsstaður, og sostatt eisini umsitingarliga háborgin hjá føroysku tjóðini.
- Tað leggur upp til eina virðiliga støðutakan til fólkaræðið ø eisini í byggilistini, sigur býráðið.
- Verður søguligi silobygningurin gjørdur til býráðssal verður ein fólkaræðiligur viti í norðuratlantshøvum, sigur býráðið.
Býráðið sigur, at verður ætlanin samtykt nú, verður nýggi, stórfingni býráðssalurin liðugur á ólavsøku, sigur meirilutin í býráðnum.










