Fyrrverandi B68-framherjin spælir nú fyri jútska liðið Varde. Í gjár skoraði hann eitt mál fyri felagið Jacob Bymar hevur áður spælt fyri KÍ, og í fjør spældi hann eitt skifti við B68.
Nú spælir álopsspælarin av Fanø við Varde, sum spælir í 2. deild vestur.
Í gjár spældi Varde á útivølli ímóti Esbjerg, og Varde tapti dystin 4-3.
Jacob Bymar skoraði eitt av málunum hjá Varde, men stóri málslúkurin í dystinum var íslendingurin Gunnar Heidar Thorvaldsson, sum skoraði øll fýra málini hjá næstbesta Esbjerg-liðnum.