Jórun S. Haraldsen hevur listaframsýning á Listavegginum hjá Eik í Miðvági í oktober.
Jórun er úr Miðvági, hon byrjaði at mála í 2005. Hon málar fyri tað mesta nátturalistisktiskar og figurativar málningar.
Hesa ferð sýnir hon málningar, sum hon hevur málað eftir gomlum svørt/hvítum myndum. Avbjóðandi hevur verið at finna røttu litirnar.
Av Eik banka í Miðvági siga tey, at áhugavert er at síggja, hvussu nógv ymsu býlingarnir eru broyttir.










