Tað hevur verið eitt ynski frá bátaeigarum, sum hava bátar í bátahylinum við Sjógv í Kollafirði, at fáa vart innsiglingina móti vindi av útsynningi og vestri.
Tað eru 64 bátapláss í bátahylinum. Í 2016 blivu nýggjar bátabrúgvar við tilhoyrandi bátabummum lagdar út í bátahylin. Útsynningur og vestan liggur rættuliga tráur inn í innsiglingina og ger, at tað blívur óslætt í pørtum av bátahylinum.
Í fíggjarætlanini hjá Tórshavnar kommunu fyri 2020 eru avsettar 1,6 milliónir krónur til bylgjubrótara í Kollafirði. Tað eru tveir møguleikar at verja innsiglingina móti vindi, sum kemur út eftir fjørðinum. Annar er grótkast og hin er ein flótandi bylgjubrótari, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuni.
Metingar av kostnaðinum vísa, at eitt 60 metrar langt grótkast kostar 3,1 milliónir krónur, meðan ein tilsvarandi langur flótandi bylgjubrótari kostar 1,6 milliónir krónur.
Bæði vinnu- og fíggjarnevndin hava samtykt at taka undir við tilmælinum, sum kemur fyri á býráðsfundi hóskvøldið.











