Bygningurin hjá Vinnuframagrunninum umvælast

Bygningurin hjá Vinnuframagrunninum á Hoyvíksvegi í Havn, har Rúsdrekkasølan helt til, skal nú umvælast. Bygningurin, har eisini Framtak og Rúsdrekkasøla Landsins hava húsast, hevur verið tómur, síðani tað fyrr í ár varð staðfest, at hann var illa dálkaður við soppi. So illa, at hann varð stongdur sum arbeiðspláss.  

Síðani hava serfrøðingar frá Dansk Bygningsanalyse saman við føroyskum verkfrøðingum kannað bygningin, og nú hevur Vinnuframagrunnurin fingið  tilmæli um, hvuss umvælingin kann fara fram.  

Bygningurin skal umvælast fyri slakar 2 milliónir. Vinnuframagrunnurin fer í næstum at bjóða út hetta arbeiðið. Umvælingin av bygninginum tekur eftir ætlan umleið 6 mánaðir.