Bygningarnir í Brøttulíð verða avhendaðir

Útnorðurráðið avhendar endurreistu bygningarnar i Brøttulíð, garðin hjá Eirikki Reyða og Tjóðhildarkirkju, til Heimastýrið í Grønlandi og Narsaq kommunu

Útnorðurráðið fer sunnudagin hin 16. juli at avhenda teir endurreistu bygningarnar í Brøttulíð/Qassiarsuk til Heimastýrið í Grønlandi og Narsaq kommunu. Vígslan av bygningunum er ein partur af hátíðarhaldinum í Grønlandi í sambandi við 1000 ára haldið fyri, at Leivur Hepni rakti við Amerika og fyri fyrstu kristnifráboðanini í Grønlandi.

Hugskotið um endurreisn av garðinum hjá Eirikki Reyða og Tjóðhildarkirkju í Brøttulíð/Qassiarsuk varð lagt fram á ársfundi Útnorðurráðsins í 1992. Síðani hevur ráðið arbeitt miðvíst við málinum, og longu á vári 1997 var semja um arbeiðshátt og stevnumið. Hetta hevði við sær, at Útnorðurráðið og Heimastýrið í Grønlandi settu eina bygginevnd, sum síðani hevur havt ábyrgdina av setninginum. Árni Johnsen, altingslimur, hevur verið formaður í bygginevndini.

Byggifelagið Ístak hevur staðið fyri arbeiðinum, sum byrjaði í mai 1999. Eitt stórt tal av sponsorum hava veitt stuðul til endurreisnirnar. Teir, sum veitt hava størsta stuðulin, eru: Íslendska stjórnin og Heimastýrið í Grønlandi.

Endurreisnin av garðinum hjá Eirikki Reyða og Tjóðhildarkirkju skamt frá staðnum, har garðurin hjá Eirikki og Tjóðhildarkirkja í síni tíð vórðu bygd, fer at standa sum ein ævintýrakend samanrenning av søgu norðbúgva og Grønlandi í dag. Harafturat fara bygningarnir at hava ein stóran týdning fyri ferðafólkavinnuna í Grønlandi og fara at geva íkast til tað góða samstarvið innan ferðafólkavinnu, sum longu er millum tey 3 londini í Útnorði, sigur Útnorðurráðið