Fleiri bygnaðarbroytingar verða nú gjørdar í føroyska sjúkrahúsverkinum. Sjúkrarøktarstjórin er settur og størv broyta heiti. Viðgerðirnar skulu eisini skipast øðrvísi Fleiri bygnaðarbroytingar verða nú gjørdar í sjúkrahúsverkinum.
Hetta merkir, at Bente Wennerberg verður menningarstjóri fyri øll sjúkrahúsini.
Nógv umstrídda starvið sum sjúkrarøtkarstjóri er nú sett. Naina Túgvustein verður sjúkrarøktarstjóri framyvir.
Ymisk heiti verða broytt, og verða heitini læknastjóri og sjúkrarøktarstjóri til varastjórar, sum vísa til sjúkrahússtjóran.
Leiðararanir í sjúkrahúsunum í Klaksvík og í Suðuroy eita sjúkrahússtjórar, ístaðin fyri umsjónarmenn.
Eitt endamál við bygnaðarbroytingunum er at spara pengar, sigur Heilsumálaráðið.
Eisini viðgerðirnar skulu skipast øðrvísi, serliga uttanlandsviðgerðir skulu minkast, soleiðis at vit spara pening.
Í løtuni er tíðindafundur um bygnaðarbroytingarnar á landssjúkrahúsinum, og verður meira at frætta seinni.










