Bygnaðarbroytingar á Hjalla

Broyttar umstøður á brennistøðini á Hjalla gera, at bygnaðarbroytingar verða gjørdar. Ein avleiðing kann gerast, at stjórin ikki longur fer at bera heiti stjóri, men verður nevndur deildarleiðari

Umsiting
Edvard Joensen


Arbeitt verður við at leggja bygnaðin á Kommunalu Orku- og Brennistøðini á Hjalla um. Ein avleiðing kann gerast, at støðin ongan stjóra fer at hava í framtíðini, men ein deildarleiðara.
Torfinn Smith, formaður í Heilsu- og umhvørvisnevndini hjá Tórshavnar Kommunu, sum umsitir brennistøðina, sigur, at umstøðurnar kring brennistøðina eru heilt nógv broyttar, síðan støðin lat upp í 1987. Tað hevur so gjørt, at farið er undir tær bygnaðarbroytinarnar, sum nú verður arbeitt við.
Tá brennistøðin lat upp, var tað eitt partafelag, sum rak hana. Tað er síðan broytt, soleiðis at støðin nú er rikin beinleiðis undir fyrisitingini hjá Tórshavnar Kommunu.
Aðrar umstøður á økinum eru eisini rættiliga nógv broyttar, vísir Torfinn Smith á. Virksemið er nógv økt, samstundis sum tað eisini er vorðið rættiliga nógv breiðari, enn tá byrjað varð í síni tíð.
?Nú eru nógv krøv, bæði heimlig og altjóða, sum lúkast skulu, so hildið varð neyðugt at ganga alla arbeiðsgongdina í gjøgnum av nýggjum, sigur Torfinn Smith, formaður í Heilsu- og umhvørvisnevndini hjá Tórshavnar Kommunu.
Hann leggur tó dent á, at í løtuni verður arbeitt við málinum, og at einki er samtykt enn.