Byggja vardan verkstað í Sørvági

Sørvágs Kommuna byggir hús til vardan verkstað og umlætting til fólk við breki. Bygningurin skal eftir ætlan verða klárur at taka í brúk á nýggjárinum

Nýggjur verkstaður til rørslutarnað fólk verður bygdur í Sørvági. Í sama bygningi verður eisini innrættað umlættingarheim til eitt nú meningartarnað, sigur borgarstjórin í Sørvági, Eivin Jacobsen.
Tað var fyrrverandi bygdraráðsformaðurin í Sørvági, Petur Kruse, sum í síni tíð tók stig til, at rørslutarnað í oynni fingu innivist í skúlanum í Sørvági til ymiskt handaligt virksemi. Hetta var í eini tíð, tá pláss var tókt í skúlanum, greiðir Eivin Jacobsen frá. Men í dag eru hølisviðurskiftini ikki til, at hetta vrksemi kann halda fram har.
Sørvágs Kommuna gjørdi so av at byggja nýggj høli til hesi fólkini at arbeiða í. So á nýggjárinum fara tey at flyta í hesi nýggju hølini aðrastaðni í Sørvági.
Eivin Jacobsen greiðir fá, at Sørvágs Kommuna byggir um eini eldri hús í Sørvági, sum kommunan framman undan átti. Tey verða í grundini gjørd heilt av nýggjum, tí talan er bert um onkran vegg, sum stendur eftir, og síðan er bygt rættiliga nógv upp í av nýggjum. Takt verður av nýggjum, og alt innanveggja verður gjørt nýtt.
Eftir avtalu skal bygningurin vera klárur at taka í brúk á nýggjárinum, sigur borgarstjórin í sørvági. Hann fer tað at kosta kommununi góðan tvær milliónir krónur. Avtala er gjørd við Serforsorgina, sum varðar av teimum, ið skulu brúka húsið, um leigu, greiðir hann frá.
Talan er um eini 10 - 15 fólk úr Vágum, sum dagliga koma til tilboðið í Sørvágs Skúla. Tey fara so øll at flyta í nýggja verkstaðin, har eisini pláss er fyri fólki aðrastaðni enn úr Vágum, sigur borgarstjórin Sørvági. Tað arbeiða í løtuni tvey starvsfólk, umframt brúkararnar, á varda verkstaðnum, sum nú er í Sørvágs skúla.
Húsini eru rímiliga stór, sigur Eivin Jaobsen. Einar hávtfjórðahundrað fermetrar. Verkstaðurin verður í neðra, og í erva verður møguleiki fyri umlætting fyri eitt nú menningartarnað, sum kunnu koma har eitt vikuskifti ella so, greiðir hann frá. Eitt slíkt tilboð er í løtuni í oynni, men verður nú flutt í hesi nýggju hølini at vera.