Byggja út á Tekniska Skúlanum í Klaksvík

Nú verðu farið undir tiltrongdar útbyggingar á Tekniska Skúlanum í Klaksvík. Í álitinum til fíggjarlógina frá fíggjarnevndini varð skotið upp at seta 5 mió. kr. av til endamálið í 2011. Uppskotið varð samtykt við stórum meiriluta á Løgtingi.

Í álitinum frá fíggjarnevndin stendur m.a.:
“Farið verður undir víðari útbyggingar á Tekniska skúlanum í Klaksvík, sum skulu loysa framtíðar hølistørvin á miðnáms-, yrkis-, og maritima skúlaøkinum í Norðoyggjum.
Skúladepilin, ið verður mentur, skal hýsa verandi útbúgvingartilboðum, nýggju matvøruútbúgvingunum og komandi maritima deplinum.
Undir fyrireikingunum til útbyggingarnar eigur dentur at verða lagdur á at nøkta verandi tørv, umframt at hava í huga framtíðar møguleikar at fara undir nýggjar viðkomandi útbúgvingar, bæði á miðnámsstøði, og innan hægri lestur.
Fyrireikingarnar skulu gerast fyrst í árinum, soleiðis at farast kann undir útbyggingarnar longu á heysti í 2011”.
At fjølbroyttir viðkomandi lestrarmøguleikar verða mentir, er avgerandi amboð í royndini at fáa ungdómar og útbúgvið fólk at støðast í Føroyum.
Í øðrum londum verður dentur lagdur á at spjaða útbúgvingartilboðini kring landið. Dømi um hetta eru í flestu grannalondum okkara, har býir uttan fyri miðstaðarøkið eru týðandi útbúgvingarstøð. Endamálið við hesi mannagongd er at tryggja neyðugu útbúgvingartilboðini, sumstundis sum øki í landinum verða ment.
Vónandi fer feskasta samtyktin á Løgtingi, har peningurin er settur av til útbyggingar á Tekniska Skúlanum í Klaksvík, at verður startskotið í royndini at menna Klaksvíkina, sum er fiskivinnubýur burturav, til eisini at verða útbúgvingarbý við fjølbroyttum starvs- og lestrartilboðum á øllum útbúgvingarstigum, eisini innan hægri lestur.
Grundarlagið at byggja víðari á er til staðar við verandi Tekniska Skúla, HF-skeiði, nýggju matvøruútbúgvingini, Húsarhaldsskúlanum, víðkaðu skipara- og maskinistútbúgvingunum, nýggju Trygdarmiðstøðini, o.ø.