Nú skal ein risa ítróttarhøll byggjast við Landavegin í Havn.
Tað ætlar Tórshavnar Býráð.
Talan er um at byggja høllina á stykkið, Neistin upprunaliga ætlaði at byggja høllina á.
Stykkið er slættað, men tað er langt síðani, at Neistin slepti ætlanini um at byggja eina høll.
Og á Býráðsfundi í Havn í gjárkvøldið samtykti býráðið at rinda Neistanum 1,2 milliónir í sambandi við eina fíggjarliga uppgerð ímillum býráðið og Neistan og samstundis fær býráðið rættin til stykkið aftur.
Á býráðsfundinum í gjárkvøldið varð upplýst, at hetta merkir, at felagið Neistin hongur sjálvt uppá 900.000 krónur.
Á býráðsfundinum varð staðfest, at ætlanin er ikki, at stykkið skal liggja óbrúkt, men at at býráðið sjálvt byggir eina stóra ítróttarhøll á tí.
Óvist er enn, hvussu nógv, ein slík høll fer at kosta, men eitt tal á 60 milliónir varð nevnt.
Talan er um tað, tey nevna eina tvíhøll, sum kann setast saman til eina í sambandi við stórar konsertir og onnur serlig tiltøk,
Býráðslimir eru samdir um, at tað er alneyðugt við fleiri hallum í Havnini, tí øll ítróttarfeløg í býnum “skríggja eftir hallartímum”, sum tikið varð til.
Savnsmynd.