?Tórshavn Cold Store?
Soleiðis er navnið á einum nýggjum, stórum frystihúsið, sum ætlanin nú er at byggja - í Kollafirði.
Sostatt er fyrsta, ítøkiliga fruktin av kommunalu samanleggingini millum Tórshavn og Kollafjørð longu heystað.
Tað er Janus Norðberg í Havn, sum saman við útlendingum ætlar at byggja frystihúsið á Langasandi í Kollafirði.
Teir hava fingið byggiloyvi frá Kommununi í Kollafirði.
Teir søktu um byggiloyvi í Havn, men í samráði við Tórshavnar Býráð, og bygdarráðið í Kollafirði, samdust teir um, at besta plássið til eina slíka goymslu var á Langasandi í Kollafirði.
Farið verður skjótt undir at fyrireika byggingina og ætlandi verður frystihúsið liðugt um eitt ár.
Kommunan skal nú í holt við at planera grundstykkið og at gera eina atløgubryggju uppá 30 metrar.
Hetta er eitt arbeiði, sum verður mett at kosta næstan 10 milliónir.
Tekur heili 8.000 tons
Sjálvur bygningurin er 40 metrar breiður og 100 metrar langur, tvs, 4.000 fermetrar stórur. Frystihúsið tekur nógv, heili 8.000 tons.
Til sammetingar kann nevnast, at tað er einar tvær ferðir so nógv, sum tann nýggja frystigoymslan í Vági.
Nýggja Frystigoymslan í Kollafirði kostar næstan 20 milliónir.
Frysti-hotel
Frystigoymslan, sum ætlanin er at byggja í Kollafirði, er sera framkomin.
? Hetta er tað, sum uttanlands verður nevnt eitt frysti- hotel, sigur Janus Norðberg.
? Vit kunnu sjálvandi frysta niður í 25 kuldastig, og meiri enn tað, skuldi tað verðið neyðugt og yvirhøvur verður arbeitt í allar mátar eftir teimum nýggjastu fyriskipanum, sum eru.
Ætlanin er at bjóða hesa tænastuna fram til øll, sum fiska her í Norðuratlantshavi, umframt í Irmingarhavinum og Barentshavinum, bæði føroyingar og útlendingar. So tilsamans er talan um ein veldugan flota.
Hann leggur dent á, at Frystigoymslan verður rikin púra óheft av einstøkum feløgum.
? Tvs, at kappingarneytar kunnu óræddir leggja sínar vørur í goymsluna, uttan at óttast fyri, at upplýsingar um tað, koma kappingarnneytunum í hendi.
Nettupp hetta er tað mest týðandi í ætlanini hjá Janus Norðberg og hansara samstarvsfeløgum.
Liggur væl fyri
Janus Norðberg sigur, at fyri so vítt er nógv frystiorka í Føroyum, men hon er spjødd.
Hann heldur, at ein stór goymsla, sum hendan, teir ætla at byggja í Kollafirði, liggur væl fyri í Føroyum.
?Tað verður nógv fiskað rundanum Føroyar. Og tað er ein fyrimunur at kunna leggja vørurnar upp á goymslur í Føroyum, heldur enn at brúka dýr fiskiskip til farmaskip at sigla líka niður á marknaðin við fiskinum.
?Ein annars fyrimunur við eini frystigoymslu er, at at tey, sum eiga fiskin, hava betri møguleikar at stýra søluni, so at tey bjóða vørurnar fram, so hvørt tað er brúk fyri tí á marknaðinum, men halda vørunum aftur, tá ið marknaðurin er veikur.
Hann leggur afturat, at nýggja frystigoymslan er í góðum samsvari við álitið um ?Føroyar sum tilfeingisdepil?, tí har er eitt stórt frystihús nevnt sum ein fortreyt fyri at kunna gera Føroyar til ein tilfeingisdepil.
Eini 5-6 fólk koma at arbeiða á goysmluni, men tá ið skip lossa og lasta verða fleiri fólki.