Byggja skúlar fyri hálva milliard

Á fundi í Mentamálaráðnum, sum endaði fyri løtu síðani, varð avgerð tikin um at bjóða út samlaðu skúlaverkætlanina í Marknagili Á einum sonevndum byggifundi í Mentamálaráðnum seinnapartin í dag millum skúlastjórarnar og Kristinu Háfoss, varð gjørt av, at farast skal undir skúlabygging í Marknagili sum skjótast.

Talan verður um eina samlaða verkætlan, og hon verður boðin út sum soleiðis. Málið hevur verið eitt sindur misskilt, tí tað hevur ongantíð verið ætlanin, at byggja tríggjar ymiskar og separatar kassar, so verkætlanin verður boðin út sum ein verkætlan, og tað skal gerast skjótast gjørligt, segði Kristina Háfoss, tá hon kom út av fundinum.

So tað vóru vælnøgdir skúlastjórar, sum komu út aftur av fundinum, men semja var um, at mentamálaráðharrin einsamallur úttalar seg um málið.

Sigast má, at Kristina Háfoss hevur handla skjótt í hesum málinum.