Byggja skúla í Liberia

ABC barnahjálp hevur fingið 25.000 krónur úr Gávugrunninum hjá Eik Banka til menningarverkætlan í Liberia. Verkætlanin fevnir millum annað skúlabygging í Monrovia Løgmaður játtaði 180.000 amerikanskar dollarar - av játtan um menningarsamstarv hjá landinum - til byggingina, sum fór í gongd í oktobur í fjør. Peningurin varð útgoldin í fýra gjøldum, so hvørt sum arbeiðið fór fram. Arbeiðið hevur gingið væl og farið er nú undir seinasta byggistig.

Men orsakað av fallinum í dollaravirðinum og hækkaðu prísunum á sementi, vanta nú smáar 200.000 krónur í, til at skúlin kann gerast liðugur. Peningagávan frá Eik Banka kemur tí sera væl við og er ein munagóð hjálp, sum fer óskerd til byggingina av skúlanum, sigur ABC-barnahjálp í tíðindaskrivi

Ætlanin er at fáa skúlan lidnan til skúlaársbyrjan í septembur.