Byggja nógv færri sethús nú enn fyri 10 árum síðani

Hinvegin er eftirspurningurin eftir íbúðum nógv vaksin

Í fjør vórðu munandi færri sethús bygd enn tað vórðu fyri 10-12 árum síðani.

Tað upplýsir Føroya Arbeiðsgevarafelag, nú tey høvdu aðalfund mánadagin.

Tey siga, at tað er einki fullfíggjað yvirlit yvir, hvussu nógv sethús, ella bústaðir annars, verða bygd í Føroyym,

Hinvegin leggur SEV streym inn í hvønn einasta bústað og tí gevur talið á innleggingum hjá SEV eina rættiliga góða ábinding um, hvussu nógvir bústaðir verða útvegaðir í Føroyum um árið.

Og tað yvirlitið vísir, at síðani 2009 hevur talið á nýbygdum sethúsum ligið undir 100 sethús um árið.

– Í fjør vórðu 84 nýggj sethús tikin í nýtslu. Hetta er munandi minni enn fyri bert fáum árum síðani, tá ið tað vórðu bygd yvir 250 nýggj sethús bygd um árið í tey trý árini frá 2006 til 2008.

Hinvegin sæst, at eftirspurningurin eftir íbúðum er nógv vaksin, og nú verða tað bygdar fleiri íbúðir enn tað verur bygt av sethúsum.

 

##med2##

 

Í fjør vórðu 112 íbúðir bygdar, men nógvar íbúðir eru í gerð, so tað er væntandi at talið á íbúðum framhaldandi fer at hækka, heldur Arbeiðsgevarafelagið.

Eisini talið á raðhúsum er vaksið hesi seinastu árini og tað vórðu 22 nýggj raðhús tikin í nýtslu í fjør.

Men annars vísir talvan at í nógv ár vórðu lutfalsliga fáir bústaðir bygdir í Føroyum.