Byggja nýggjan barnagarð

Nú byrjar fyrireikingararbeiði til nýggan barnagarð í Klaksvík

200.000 krónur skulu setast av til fyrireiking av nýggjum dagstovni í Klaksvík. Hetta samtykti meirilutin í Klaksvíkar býráði á býráðsfundi í gjár. Peningurin skal nýtast til byggiskrá og planlegging av nýggjum stovni.

 

 

Peningurin til at leggja ætlanirnar til rættis og fyrireika arbeiði verður settur av nú, men enn er óvist, nær dyrnar í nýggja barnagarðinum verða latnar upp.

 

Nýggi barnagarðurin í Klaksvík skal eftir ætlan vera á Grashjalla, og skal avlasta teir barnagarðarnar í kommununi, sum ikki eru tíðarhóskandi, sigur Jógvan Skrorheim, borgarstjóri í Klaksvík, við info.