Byggja mentanarhús á trøðni hjá William Heinesen

Williamsgrunnur skipar fyri pallborðsfundi um William Heinesen og H.C. Andersen í Norðurlandahúsinum 29. august kl. 17-19.

 

Tað skrivar Williamsgrunnur í tíðindaskrivi. Høvið er byggiverkætlan á trøðni hjá Williami Heinesen og Elisu Heinesen, sum arkitektar hjá Henning Larsen North Atlantic arbeiða við í løtuni. Skitsuuppskotið verður eftir ætlan liðugt í heyst. Ósbjørn Jacobsen, arkitektur og designstjóri hjá Henning Larsen North Atlantic, fer at greiða eitt sindur frá útgangsstøði og avbjóðingum í verkætlanini.

Samstundis er vitjan úr Odense  Kommune og mentanarlívinum í Odense. Umboð úr Odense fara at greiða frá teimum H. C. Andersen-verkætlanum og tiltøkum, sum verið hava í Odense seinastu árini. Her verður m.a. hugsað um H.C. Andersen Games, sum er árlig hending í Odense og um nýbygningin The Fairy Tale House hjá japanska arkitektinum Kengo Kuma.

Hugsanin við tiltakinum er at fáa samanborið Havnina og Odense sum ikonbýir fyri tvey stór skald og listafólk. Spurt verður, hvussu býirnir báðir kunnu fáa íblástur hvør frá øðrum, tá um ræður mentanarferðavinnu, býarmenning og branding yvirhøvur.

Pallborðsluttakarar

Ósbjørn Jacobsen, arkitektur og designstjóri, Henning Larsen arkitektar, North Atlantic

Stefan Birkebjerg Andersen, stjóri í fyrisitingini hjá Odense Kommune

Henrik Harnow, stjóri, Odense Bys Museer

Jens Toftgaard Andersen, mentanarstjóri, Odense Bys Museer

Johs. Nørregaard Frandsen, professor emeritus og fyrrv. leiðari av Center for H.C. Andersen Studier, Syddansk Universitet

Bergur Rønne Moberg, lektari á Københavns Universitet, verður pallborðsstjóri.