Sunda kommuna hevur biðið tríggjar arkitektar gera hvør sítt uppskot um, hvussu tann nýggja læknamiðstøðin skal síggja út Ætlanin hjá kommununi er at taka støðu til tekningarnar seinni í ár. Næsta ár verður so farið undir at projektera og gera grundøkið byggibúgvið, og tá tað er gjørt, skal byggingin bjóðast út, so hon kann byrja fyrst í 2009, skrivar kommunan á heimasíðu síni.
Í samráð við starvsfólk í heilsuverkinum er komunan komin til, at talan í roynd og veru eigur at verða um eina heilsumiðstøð, har fleiri tænastur afturat læknanum halda til. Hugsað verður um heilsufrøðing, jarðamóðir, heimasjúkrasystir, heimarøkt, økispsykiatri og møguliga aðrar heilsutænastur.
Miðstøðin við Streymin verður umleið 400 fermetrar til støddar, og Sunda kommuna leggur stóran dent á, at tey, sum koma at halda til innan hesar felags høliskarmar, fara at samstarva og harvið leggja lunnar undir eina enn dyggari heilsutænastu í øllum Sundalagsøkinum, sigur kommunan á heimasíðuni.










