»Byggja Guðs kirkju, upplýsa hans tjóð«

Í vár eru 100 ár síðani, at A. C. Evensen sum okkara fyrsti prestur fekk loyvi at halda prædiku á føroyskum. Hetta var í Skopun í 1903. Í hesum seinna parti av grein um Andreas Christian Evensen hoyra vit um mentamannin, hugsjónarmannin og tann sera varna politikararan, A. C. Evensen, sum gjørdi munadygt arbeiði, føroyska málinum at frama ? ikki minst innan skúlagátt

Seinni partur

100 ár síðani fyrstu føroysku prædikuna

Fyrra greinin um Andreas Christian Evensen var í Sosialinum nr. 101 leygardagin 31. mai. Vegna verkfallið hevur ikki verið pláss fyri seinnu greinini, sum tí er í blaðnum í dag. Høvið til greinarnar er, at tað í vár eru liðin 100 ár síðani, at Andreas Christian Evensen sum fyri prestur í Føroyum fekk loyvi at halda prædiku á føroyskum, hetta var í Skopunar kirkju á vári í 1903.
Í fyrru greinini greiddu vit frá um uppruna A. C. Evensen. Vit hoyrrdu um, hvussu Evensenættin í faðirætt kom til Føroya, og um hvussu Lützenættin í móðirætt kom til Føroya og um abban, læraran, Andreas Christian Lützen, sum m. a. var borgarstjóri í Havn, ið doyði í føvningin á Christian IX kongi, tá hann helt røðu fyri honum á Kongabrúnni í Havn undir fyrstu kongavitjan í Føroyum nakrantíð ? hetta var í 1874.
Í hesi grein viðgera vit meira persónin Andreas Christian Evensen og virki hansara, málsliga og politiska starv hansara ? grundað á grein hjá Mariu Mikkelsen í serriti úr Skúlablaðnum í desember í 1974.


100 ÁRA MINNI
Lagt til rættis:
Eirikur Lindenskov

Tað var á vári í 1903, at Andreas Christian Evensen, sum fyrsti prestur í Føroyum fær loyvi at halda føroyska prædiku, eftir at skopuningar hava savnað undirskriftir til tess.
Um hetta mundið var Fríðrikur Petersen próstur í Føroyum. A. C. Evensen og Fr. Petersen sótu ikki væl um sátt. Fríðrikur Petersen, sum var studentur úr Reykjavík hevði verið rættuliga íðin í tjóðskaparstríðnum, men hann gjørdist seinni ein av oddamonnum Sambandsfloksins.
Sagt var um Fríðrik Petersen, at hann, sum tann málvinur hann var, í løgtinginum skal hava biðið sínar partamenn tala málið líka so vakurt, sum sjálvstýrismenninir.

Tíðarrit og orðabók
A. C. Evensen fór beinanvegin eftir lesturin at geva út føroyska tíðarritið »Búreisingur«. Maria Mikkelsen skrivar, at í øllum síni álvara kundi A. C. Evensen skemta við tí, hann hevðist at og segði, at hann hugasði um, hvussu fólk skuldu fáast at halda tað vera »fínt« at fáast við hetta viðfødda móðurmálið ? tí gjørdist henda rørslan móti, fór fyrst øll mótstøða at vikna til munar, og síðani fór at verða roynt at seta ein aðalbornan dám á hesa málreising, tað henni tørvaði, sum umstøðurnar vóru.
Hann tók tíðarritið við sær heim til Føroya, men tað kom bert út eitt ár.
Á bókaforlag Fram?s (sum gav út Tingakross) byrjaði í 1905 útgávan av »Føroysk orðabók« eftir A. C. Evensen, skipað eins og Saabyes orðabók og ætlað at vera rættskrivingarorðabók uttan at geva seg út fyri at vera nakað serligt. Hon var ætlað at verða liðug eftir tveinum árum í heftum, 15 oyru fyri hvørt. Síðsta heftið kom í 1909 og endaði mitt í bókstavinum F.

Skúlabøkur á móðurmálinum
Saman við Anton Degn skjalavørði og R. Rasmussen háskúlastjóra stovnaði A. C. Evensen í 1908 »Hitt føroyska Bókmentafelagið«, og hetta felag gav í árunum, sum komu, út hópin av bókum: J. Dahl, Føroysk mállæra, skaldsøguna »Bábelstornið« og eitt stuttsøgusavn »glámlýsi« eftir Regin í Líð (Rasmus Rasmussen), eina plantulæru av sama manni, eina lítla ritgerð um tann føroyska dansin eftir Sverra Patursson og A. C. Evensen: Lesibók (eitt slag av antologi, 462 síður), av hesum úrvalsriti kom ein partur ? tey føroysku kvæðini ? »Kvæðabók« út sum serstøk bók, og at enda eisini eftir Evensen (í trimum heftum) »Savn til Føroyingasøgu í 16. øld«, eitt savn av gomlum brøvum, ið lýsa Føroya søgu.
Felagið varð væl stýrt, bøkurnar vóru góðar, men limirnir, reiðiliga háltannaðhundrað, sum fyri ársgjaldið 5 krónur fingu tey útkomnu ritini, vóru saman við teimum, sum keyputu tey, ov fáir til tess, at fyritøkan kundi bera seg, og felagið varð avtikið í 1912 ? eftir at hava styðjað útgávuna av »Songbók Føroya Fólks«, sum hevði fleiri enn tvey hundrað sangir. »Smásangir og sámlar, sum Føroyingafelag í Keypmannahavn hevði útgivið og Evensen skipað, var tá langt síðani uppselt.
Harumframt hevði A. C. Evensen við studningi frá løgtingtinum til prentingina givið út Lesibóik fyri eldri børn (1906), ABC og Lesibók fyri yngri børn (1908), og saman við teirri stóru áður nevndu Lesibók hevði fólkaskúlin bøkur til alla skúlatíðina. Jóhannesar evangelium, sum hann umsetti, varð í 1908 givið út av The Scripture Gift Mission, London.
Meðan A. C. Evensen las í Keypmannahavn, fór hann undir at stavna føroyskar forngripir og hevði eisini fingið savnað nakrar hundrað gripir, og tá ið hann í 1912 sendi út eina áheitan til tess at fáa til vegar neyðugan pening at byggja hús fyri, var karmurin rúmligari: umframt tað siðsøguliga savnið vónaði hann nú at fáa í lag eitt fullfíggjað náttúrusøguligt og eitt jarðfrøðiligt savn, haraftrat eitt savn av teimum amboðum, sum føroyingar hava nýtt á landi og sjógvi, og at enda eitt útisavn.
? Her var at enda nakað, sum var heilt uttanveltað, og nakað kom burturúr, sigur Maria Mikkelsen í greinini í Skúlablaðnum.
Forngripargoymslan helt fyri fyrst til í húsunum hjá Føroya amts bókasavni í Havn.

Umlopin til prestastarv í Havn
Í 1912 var Suðurstreymoyar prestakall leyst, og umframt A. C. Evensen søktu tveir aðrir føroyingar. Hjálparpresturin hjá próstinum, ein virkin sambandsmaður, og ein Cancd theol. Jacob Dahl, lærari í realskúlanum í Havn, sum var hildin at vera sjálvstýrismaður, og sum annars einki var at finnast at uttan føroyska hugsunarhátt hansara, sum hevði fingið hann at nýta føroyskt mál ivaleysa nógv í undirvísingini, og hetta hevði volt uppstig.
? Í Havn gingu tveir listar, annar styðjaði læraran, hin hjálparprestin, og ein triði til frama fyri Evensen var í byrjan, men har útí kom tað, tí hann gjørdi so lítið um seg, at enntó umsókn hansara fór við postinum við uttanáskrift til ein kunning í Keypmannahavn. Jacob Dahl varð tilnevndur.
Beint aftan á hetta kom Evensen til Keypmannahavnr og spurdi kirkjumálaráðharran, Jacob Appel, um nakað niðrandi um hann var borið fram fyri kirkjumálaráðið. Svarið var noktandi, og ráðharrin legði afturat, at hevði ummæli til frama fyri Evensen verið frá einum limi í kirkjuliðinum, t. d. háskúlastjóranum, Símuni av Skarði, sum ráðharrin kendi frá Askov, so hevði hann verið skipaður í embætið ? men, sum nú var statt, noyddust teir at eftirlíka kirkjuliðinum tey ynski, tað hevði borið fram.
Til tess at vísa vælvild sína beyð ráðharrin at mæla til, at hann fekk riddarakrossin fyri virki sítt fyri føroyskum máli ? men Evensen var bert úti vegna prestaembæti sítt.
Evensen skyldaði upp á politiskar mótstøðumenn og fram um allar próstin, at hann, sum í tíggju ár hevði verið prestur, var umlopin. Hann var bæði illur og harmur. Hann hevði havt mangar grundir at ynskja sær kiallið, bæði sóknarfólkið og hann mundu treingja til umskifti, og hann vildi eisini fegin komið til Havnar, bæði tí honum dámdi væl havnarfólk og medferð teirra, og eisini var her høgligari at fáa fatur á slíkum, honum tørvaði í sambandi við tey mál, hann hevði hug til at fáast við, og hann var teimum nærri, sum bæði vildu og kundu styðja hann. ? Annars unti hann væl Jacob Dahl embætið, teir vóru og vórðu verandi vinmenn.

Valdur á ting í 1908
Longu árið eftir kom Evensen, sum hann segði, sendur av ættfólkinum, til Keypmannahavnar at leita til lækna. Sjálvur væntaði hann ongan bata. Vónbrotið, tí hann var umlopin, neit enn, og tann heimliga eftir hansara hugsan nú ógreiða politiska toganin nívdi hann eisini. Hann var komin so langt, at hann ivaðist í at søkja sær embæti í Danmark, og á henda hátt at koma burtur frá heusm tarnapolitikki. Men hann var bundin av staðnum og av tokka til nógv fólk.
Í 1908 var A. C. Evensen valdur á ting. Hann varð limur í Sjálvstýrisflokkinum og var har ógvuliga virkin limur. Flokkurin hevði eisini, av tí at hann var ógvuliga hugaður fyri skúlanum, valt hann í skúlastjórnina, ið var samansett av einum tingvaldum limi, amtmanni og prósti haðani sambandi, tá tað fekk meiriluta, aftur koyrdi hann. Tað var tó kólnað millum hann og Sjálvstýrisflokkin, og tá ið nakrir limir løgdu fram eitt ógvuliga radikalt politiskt uppskot, kvetti hann við teir í 1914 ? uttan kortini at verða sambandinum minni bágin. Men tá ið ritstjórin á sjálvstýrisblaðnum upp undir tað harða stríðið um løgtingið í 1916 tóktist at vilja hótta Evensen, svaraði hann harðliga aftur.
? Einki kundi koma hansara fyrru mótstøðumonnum betur við enn tað politiska vápnið, teir her fingu, og í blað teirra, sum til allarseinast hevði verið eftir Sandoyarpresti, vóru nú at lesa søgur um hann, sum tóku fyri hjartað. Hann beyð seg fram og varð valdur.
Áheitan A. C. Evensens frá 1916 á veljararnar vísir politisku støðu hansara.
Hann vildi verða valdur uttanflokka og greiddi frá, hví hann segði seg burtur úr Sjálvstýrisflokkinum tvey ár frammanundan.

Ímóti »alt ella einki« politikkinum
? Høvuðshugsjónirnar á skránni hjá Sjálvstýrisflokkinum snúði seg serliga um trý høvuðskrøv:

<sum$?$end$!$Tann tjóðskaparliga spurningurin ? størri rætt fyri málið og arbeiði fyri menning tess<BR><sum$?$end$!$Varðveiting av serrættindum Føroya og eisini skapan av lóggávuvaldi hjá tinginum »í góðari semju við ríkisstjórn og ríkisdag« <BR><sum$?$end$!$Stovnan av serligum landskassa.<BR>
Fyrsta kravinum tók hann undir við av fullum huga, men hann hevði sæð, at tað var misskilningur at halda, at Sambandsflokkurin í sini heild var ímóti tí fyrsta kravinum. Flokkurin hevði einmælt tikið undir við tí, at fyriskipað undirvísing í føroyskum skuldi vera í øllum fólkaskúlum í oyggjunum, og sjálvt um hann hevði kravt meira, enn flokkurin hevði viljað samtykt, so kundi hann ikki vera samsintur við teir sjálvstýrismenn, sum ferð eftir ferð kravdu »alt ella einki« og av teirri grund enntá høvdu arbeitt ímóti tjóðskaparligum framstigum.
Burtursæð frá tí, at hann vildi hava skrivliga undirvísing í føroyskum í øllum skúlum, tókti honum, at tað tjóðskapðarliga arbeiðið nú átti at miða ímóti at fremja vøksturin í sjálvum málinum, tað Sambandsflokkurin eisini fyri ein part hevði styðjað.
»Eg taki tað sjálvsagda fyrivarni, at nýtslan av okkara móðurmáli ikki skal bera við sær, at trongt verður um andaliga sjónarring okkara, og at vit tí eiga at varðveita og vaksa um kunnleika okkara í donskum«, segði hann.

Vildi góða samvinnu við ríkisstjórnina
Viðvíkjandi serrættindum landsins og skapan av lóggávuvaldi hjá løgtinginum, tá var hann eisini hugaður at krevja hetta saman, eisini fleiri sambandsmenn vildu varðveita og styrkja serrættindini.Viðvíkjandi lóggávuvaldi løgtingsins hevði gongdin annars verið tann, at tá ið lógirnar vórðu lagdar fram og viðgjørdar,hevði støðan hjá stjórnarráðnum leingi verið ein slík, at hon hevði styrkt um valdið hjá løgtinginum ? og at eisini summir úr Sambandsflokkinum, sum høvdu nakað veldi, tóku undir við hesum.
Sjálvur vildi hann hava valdið hjá løgtinginum styrkt enn meira, men av tí, at royndir fyri honum høvdu meira at týða enn orð, gjørdi tað honum minni mun, um »lóggávuvaldið« varð vunnið við hevd, ella um tað var fyriskipað í lógargrein ? tað hann eisini vildi samtykkja í góðari semju við stjórn og ríkisdag. Men ein formligur rættur varð ov dýrt goldin við stórpolitiskum stríði, um gagnligt arbeiði á samfelagsligum og øðrum verkligum økjum av tí skuldi liggja á láni.
»Vit hava ikki ráðini til í heilum at reka stórpolitikk«.
Og endiliga viðvíkjandi tí serliga landskassanum, so var hann hugaður fyri einum slíkum. Hann hevði í sínari tíð eisini verið fyri tí, at løgtingið tók upp á seg uppgávur, sum høvdu verið ríkisins, móti fastari árligari peningshædd úr ríkiskassanum, men var seinni farin at ivast, vit áttu at vera »ógvuliga varnir við tí at loysa sambandið við ríkiskassan«, helt hann.
Sjálvstýrismanna hugsan um hetta var ógviliga ymisk ? summir hildu sum hann ? aðrir vildu fara nógv longur, og hetta stuðlaði til varsemi. Vit vóru skyldugir at hugsa um avleiðingarnar.

Loysingin hóttan móti vælferðini
Hugsaðu vit um ta manngóðu og samfelagsligu lóggávu í Danmark til frama fyri tey, sum vóru verst fyri í samfelagnum, fekk væl verið, at ein møgulig loysing frá ríkiskassanum fór at forkoma slíkum atgerðum í Føroyum. So leingi vit høvdu andaligt og tjóðskaparligt sjálvstýri í Føroyum, og løgtingsins vaksandi vald var virt, vóru rættarviðurskifti okkara við ríkið góð, og royndirnar hvødu ikki víst, at stjórn ella ríkisdagur ætlaði at fara við okkum sum við ómyndingi í hesum lutum.
»Tað stríð, sum verið hevur í hesum málum, hevur staðið millum okkum føroyingar«.
Skuldi onkuntíð í framtíðini hent tað, at donsk stýrsvald ? tað einki bendir ár ? vilja hindra okkara frælsa andaliga og samfelagsliga framvøkstri, so hevði verið høpi í tí, at tikið til umrøðu broyting í allari ríkisrættarligu støðu okkara, so hvødu vit kanska eisini verið noyddir til tess. »Men eg dugi illa at síggja, at hesin framtíðarmøguleiki er eftirhugsandi«, helt A. C. Evensen.

Doyði einans 42 ára gamal
Tá Fríðrikur Petersen, próstur, doyði siðst í apríl í 1917, var A. C. Evensen útnevndur til próst og sóknarprest fyri Eysturoynna. Stutt eftir tilnevningina noyddist hann aftur til Danmarkar at leita sær læknahjálp, nýggj sjúkuviðgerð var endiliga gjørd, og mælt var til skurðviðgerð.
Maria Mikkelsen greiðir frá, hvussu hann spurdi hana eftir vinum í Keypmannahavn, tá hon vitjaði hann, og hon greiddi honum frá um føroyska kirkjuliðið, sum var stovnað har. Tá helt hann við hana, at tað uttan iva vóru fleiri, sum meira løgdu dent á »føroyskt« enn »kirkjulið« og legði álvarsamaur afturat, at fyri honum var tað seinna kortini tað, sum meira ráddi um.
Andreas Christian Evensen doyði 21. oktober í 1917 einans 42 ára gamal frá konum og børnum, sum framvegis búði í prestagarðinum í Todnesi. Flytingin inn á gamla barndómsheim hansara á Nesi, har pápi hansara til 1900 røkti próstastarvið, stóð fyri durum.
A. C. Evensen varð jarðaður á Vestre Kirkegård.





----------------------
myndatekstir:

MYNDATEKSTUR TIL MYND AV A: C: EVENSEN:
Á vári í 1903 fekk Andreas Christian Evensen loyvi sum tann fyrsti presturin at halda prædiku á føroyskum. Í sínum virki hevði hann stórt árin á mál okkara ? ikki minst við skúlabókum sínum og útgávuvirkseminum annars. A. C. Evensen doyði í 1917, bert 42 ára gamal. Hann var prestur á Sandi frá 1902-1917. Frá apríl í 1917 til hann doyði í oktober sama ár var hann Føroya próstur

Bókmentaavrik

? Nakað tí, ið liggur eftir A. C. Evensen:

1902:Stjórnaði og gav út tíðarritið »Búreisingur«
1906:Føroysk lesibók fyri eldri børn
1907:Stavingarbók ABC
Lesibók fyri yngri børn
1911:Lesibók (Fyri læraraskúlan)
Lesibók fyri yngri børn ? eisini nevnd »Harubókin« ? varð nýtt stóran part av síðstu øld, og lesibókin fyri læraraskúlan er uttan iva dygdarbesta lærubókin, ið tilevnað er til føroyska skúlan
1905-08:10 hefti av føroyskari orðabók ? frá A til F
1908:Týðing av Jóhannesar evangelium
1908-14:Savn til Føroyingasøgu í 16. øld - í trimum heftum
A. C. Evensen eigur tríggjar sálmar í sálmabókini:
»Andanna andi, stíg nú frá tí høga«
»Á morgni árla vit Guði lova«
»Nú hvíld er yvir bygd og bý«