- Tað vera framvegis nýggj skip bygd til veiði eftir uppsjóvarfiski.
Tað veit Føroya Skipara-og Navigatørfelag at siga, sum hevur kagað eitt sindur út um landoddarnar.
Lunar Fishing Co Ltd og Wiseman Fishing Co Ltd hava bílagt tvey skip frá Karstensens skipasmiðjuni í Skagen.
- Talan er um systurskip til uppsjóvarveiði, sum eru 79 metrar long og ætlaði til fiskiskap við nót og troli.
Lunar Fishing Co Ltd hava í løtuni trý uppsjóvarskip sum fiska við troli.
- Skipini, sum nú skulu byggjast í Skagen, verða bygginummar 431, sum fær navnið Kings Cross og bygginummar 432, sum fær navnið Pathway, veit Føroya Skipara-og Navigatørfelag at siga í dag.