Byggja eldrasambýlið út

Eldrasambýlið á Eiði, Korndalsbýlið, verður víðkað við fýra búplássum umframt rúmi til ítriv og annað

Kommunutíðindi

Eiði:Økt verður um búplássini í eldrasambýllinum Korndalsbýlinum á Eiði. Fýra búrúm verða innrættað í kjllaranum umframt rúm til ítriv og viðgerð.
Tordur Niclasen, borgarstjóri á Eiði, sigur, at peningur er settur av til arbeiðið, og at byrjað verður í heyst. Samlaði kostanður verður væntandi um eina millión krónur, og gjørt er av at gera arbeiðið yvir tvey fíggarár, soleiðis at helvtin verður goldin í ár, og restin næsta ár.
Eiðis Kommuna, sum eigur Korndalsbýlið, hevur søkt Almannamálaráðið um stuðul til útbyggingina. Stuðulin, søkjast kann um, er kr. 50.000- fyri hvørt plássið. Enn hevur kommunan ikki fingið svar upp á umsóknina, sigur borgarstjórin á Eiði.
Tordur Niclasen sigur, at tað ,sum talan er um at gera, er at innrætta kjallaran í Korndalsbýlinum soleiðis, at fýra búpláss koma aftur at teimum tíggju, sum frammanundan eru í húsinum. Eisini verður innrættað rúm til ergoterapi, ítriv og tílíkt, sum búfólkini kunnu brúka dagin til.
Borgarstjórin sigur, at í mun til verandi rúm verða hesi seinnu innrættað tað øðrvísi, at wc og bað eru til hvørt rúmið sær.
?Vit hava lært av upprunaligu byggingini, at tað áttu vit eisini at havt gjørt tá, sigur hann.
Korndalsbýlið er fyrst og fremst ætlað eiðisfólki, sigur Tordur Niclasen. Men tað hava fólk aðrastðani frá eisini búð har. Til dømis fólk úr grannakommununum, eins og fólk úr bygdum norðantil á Streymoynni, vísir hann á. Og tað hevur riggað væl.
Fólkini gjalda sjálv ein part av kostnaðinum fyri at búgva í Korndalsbýlinum, meðan tær kommunur, sum tey, ið ikki eru av Eiði, eru úr, hava goldið kommunupartin. Og alt hevur gingið upp á stás, sigur Tordur Niclasen.
Hann væntar ikki, at nakað av rúmunum fer at standa tómt. Til tess er eftirspurningurin ov stórur, og parturin av eldri fólki í mun til samlaða fólkatalið veksur bara, vísir hann á.
Korndalsbýlið hevur onkuntíð verð nevnt sum eitt dømi um, at tað ber til at byggja bíliga í slíkum førum, og so verður samanborið við eitt nú ellis- og røktarheimini. Men tað er ikki heilt rætt at gera tað, sigur Tordur Niclasen. Tí hesi húsini hava í grundini hvørt sína uppgávu. Ellis- og røktaheimini hava búfólk, sum ikki altíð eru sjálvhjálpin, meðan tey á eldrasambýlunum eru tað, og tí ikki hava somu umstøður fyri neyðini, sum tey á røktarheimunum hava, vísir hann á.