Byggja brunnbátar fyri milliardir

Nýggju brunnbátarnir til norsku alivinnuna kosta millum 170 og 260 mió. krónur hvør.

Seinni í ár fara norsku myndugleikarnir at lata nøkur aliloyvi afturat, og tað fer at hava við sær, at um nøkur ár fara norðmenn at ala í minsta lagi eini 50.000 tons meiri av laksi enn í dag.

 

Tað fer at krevja enn fleiri brunnbátar, og fleiri av brunnbátafeløgunum hava longu fyrireikað seg til tann veksandi eftirspurningin.

 

Norskir fjølmiðlar siga, at feløgini hava bílagt nýggjar brunnbátar fyri meiri enn tvær milliardir krónur. Bátarnir eru eisini rættiliga dýrir. Eitt nú fær Bømlo Brønnbåtservice tveir nýggjar bátar í ár, og prísurin fyri terir liggur um ta hálvu milliardina. 

 

Ein 1.800 rúmmetrar stórur brunnbátur kostar einar 170 milliónir krónur at byggja, meðan ein bátur, sum er 3.000 rúmmetrar, liggur millum 240 og 260 milliónir krónur.