Á Venjingarskúlanum í Havn er vorðið so trongt seinastu árini, at gamli skúlin í Fríðrik Petersensgøtu, Heimari skúli, ella »Brúni skúli«, sum havnarbørn altíð hava nevnt hann, nú aftur verður tikin í nýtslu.
Skúlin varð niðurlagdur sum skúli fyri nøkrum árum síðani, tó at hann okkurt árið hevur hýst m. a. framhaldsflokkum hjá Venjingarskúlum.
Seinastu árini hevur Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúli nýtt skúlan til kvøldskúlaundirvísingina.
? Skúlin verður útbygdur eitt sindur suðureftir, so pláss verður fyri góðum toilettum og lærarastovu, og annars verður hann settur í stand, so hann lýkur tær treytir, sum eru til ein skúlabygning, sigur Jan Christiansen, borgarstjóri í Havn.
Skúlin er bygdur fyri eini 40 árum síðani ? hetta var áðrenn Venjingarskúlin varð tikin í nýtslu í 1968, og hoyrdi »Brúni skúli« saman við Ytra skúla, sum børnini nevndum »Hvíti skúli« til Kommunuskúlan. Men tá Venjingarskúlin kom, gingu smæstu børnini í vestara skúlaøkinum í hesum skúlum.
Jan Christiansen sigur, at tosað hevur verið um at bygt eina hædd oman á skúlan, men av tí at skúlin liggur í einum øki við nógvari ferðslu, verður hetta ikki hildið ráðiligt.
Í »Brúna skúla« eru fýra skúlastovu.