Byggja íbúðir um alt landið

BÍLIGIR BÚSTAÐIR Longu í ár verður farið undir arbeiðið at byggja 10-15 íbúðarblokkar við 150-200 íbúðum um alt landið, og hesi næstu árini verða nógvar íbúðir bygdar afturat. Húsalánsgrunnurin skal vera ein drívmegi í bústaðarbygging í framtíðini, sigur Andras Róin, stjóri

BÍLIGIR BÚSTAÐIR Longu í ár verður farið undir arbeiðið at byggja 10-15 íbúðarblokkar við 150-200 íbúðum um alt landið, og hesi næstu árini verða nógvar íbúðir bygdar afturat. Húsalánsgrunnurin skal vera ein drívmegi í bústaðarbygging í framtíðini, sigur Andras Róin, stjóri

Seinni ár ár verður farið undir arbeiði at byggja einar 150-200 íbúðir um alt landið.
Og tey næstu árini er væntandi, at nógv meiri íbúðarbygging afturat fer at bakkastokki.
Tað er Húsalánsgrunnurin sum er drívmegin í allari hesar byggingini og Andras Róin, stjóri staðfestir, at hvat íbúðarbygging í Føroyum viðvíkur, ganga vit eini spennandi framtíð ímóti.
Húsalánsgrunnurin hevur ligið mest sum óvirkin í fleiri ár.
Men nú er lógin broytt og tískil kann Húsalánsgrunnurin nú fáa ein virknan leiklut á bústaðarmarknaðinum.
Sostatt er grunnurin ikki longur avmarkaður til bara at fíggja bústaðir.
- Nú kunnu vit eisini sjálvir bæði byggja, eiga og reka íbúðir, sigur Andras Róin.
Her er ikki bara talan um vanligar ibúðir, eisini íbúðir til eldri, til ung, til fólk við serligum avbjóðingum, umframt lutaíbúðir, har fólk ogna sær eina lutaíbúð fyri eitt lutfalsliga lítið fíggjarligt innskot.
- At fáa sær eina lutaíbúð er líka trygt sum at eiga sín egna bústað.
Andras Róin staðfestir, at Húsalánsgrunnurin ætlar sær ikki at liggja á latu síðuni.
- Okkara endamál er, at Húsalánsgrunnurin skal verða almenna bústaðarfelagið í Føroyum.
Tað merkir, at Húsalánsgrunnurin skal ikki bara fíggja bústaðarbygging, men hann skal eisini byggja og reka bústaðir, sum hann síðani leigar út til fólk.
Hetta kann Húsalánsgrunnurin gera einsamallur. Men hann kann eisini gera tað í samstarvi við landsmyndugleikar, í samstarvi við kommunur og áhugabólkar av ymsum slagi, eitt nú Javna og MBF.
- Vit hava fingið okkum hugskot úr Noregi og Danmark og í næstum verður helst farið til Hetlands, har tey eisini hava ein sera virknan og áhugaverdan Húsalánsgrunn.

10-15 verkætlanir
Andras Róin sigur, at síðani lógin um Húsalánsgrunnin varð broytt, hevur rættiliga nógv virksemi verið.
Og tað fer at síggjast aftur í umfatandi bústaðarbygging hesa næstu tíðina um alt landið.
- Longu í ár ætla vit at seta hol á einar 10-15 verkætlanir um alt landið.
Tað er ringt siga, hvussu nógvar íbúðir talan er um, men talan er um verkætlanir frá fýra, fimm íbúðum til blokkar upp á 20-30 íbúðir.
Tilsamans verður talan um einar 150-200 íbúðir, sum verða klárar at flyta inn í næsta ár, summar tíðliga í árinum og aðrar seinni.
Talan er um samstarv við bæði kommunur, áhugafelagsskapir og privatfólk.
- Áhugin at byggja íbúðir hevur verið sera stórur, ikki minst hjá kommununum.
Stjórin í Húsalánsgrunninum ivast ikki í, at hereftir fer íbúðarbygging at verða ein týdningarmikil partur av kommunala virkseminum fyri at gera bústaðarmarknaðin meiri fjøltáttaðan.
- Tað er verður ikki ein spurningur um kommunur fara at byggja íbúðir. Tað verður heldur ein spurningur um, hvørjar kommunur ikki gera tað.
- Eg leggi eisini til merki til, at tað er blivin ein kapping ímillum kommunur um at byggja bústaðir, tí tær síggja fyri sær, at kommunur, sum ikki byggja íbúðir kunnu missa skattaborgarar til kommunur, sum eru sinnaðar at útvega fleiri íbúðir.
- Eg má viðganga, at vit eru tikin eitt sindur bóli av, hvussu stóran áhuga kommunur um alt landið hava at byggja íbúðir, leggur hann afturat.

Nógv lættari
Andras Róin staðfestir, at við einum virknum Húsalánsgrunni, verður tað nógv lættari hjá kommununum at fara undir bústaðarbygging.
- Tað kann vera tórført hjá eini kommunalari umsiting at skipa fyri slíkari bygging.
- So eitt model, eg síggi fyri mær í sambandi við leiguíbúðir, er kommunan byggir íbúðarblokkar saman við Húsalánsgrunninum, men so keypir Húsalánsgrunnurin blokkarnar frá kommununum og leigar íbúðirnar út til fólk.
Samstundis fer Húsalánsgrunnurin at bjóða sær til at fyriskipa lutaíbúðarfelag, sum kann standa fyri íbúðarbygging.
Bíligur bústaður er ein fortreyt
fyri at fáa fólk at flyta heimaftur

DÝR HÚS Skulu vit tosa um at fáa føroyingar at flyta heim, mugu vit hava góðar og bíligar bústaðir til teirra, sigur stjórin í Húsalánsgrunninum

Áki Bertholdsen

- Endamálið hjá Húsalánsgrunninum er at útvega føroyingum eitt fjølbroytt úrval av íbúðum um alt landið.
Tað staðfestir Andras Róin, stjóri í Húsalánsgrunninum.
- Dygdin skal vera ílagi og tær skulu ikki kosta meiri enn einar 4000 krónur um mánaðin í leigu, ella har á leið fyri eina íbúð upp á 70-80 fermetrar og so verður tað bíligari ella dýrari, alt eftir stødd og slagi av íbúð.
Stjórin í Húsalánsgrunninum ivast ikki í, at skulu vit tosa um at fáa føroyingar við útbúgving at flyta heimaftur, hevur tað avgerðandi týdning at bøta um bústaðarviðurskiftini.
- Kostnaðarstøðið í Føroyum er høgt, men harafturat kemur, at eini 30-40% av útreiðslunum hjá fólki er til bústaðir.

Hvørgin er mjúkur
Sum støðan er nú, hava útisetar, sum vilja flyta heim, groft sagt tveir møguleikar, og hvørgin er mjúkur.
- Antin leiga teir ein kjallara fyri fleiri túsund um mánaðin og har viðurskiftini eru so ótrygg, at tey kunnu verða koyrd á gøtuna at kalla frá degi til dags.
- Hin møguleikin er at smoyggja eina skuld upp á tvær milliónir um hálsin fyri at byggja ella keypa eini hús í Havn.
- Og tað slepst ikki undan, at tað verður mest í Havn,
útisetar flyta til, tí á bygd eru ikki nógv størv til fólk við útbúgving.
- Og tann, sum fyrst hevur sett seg í stóra skuld fyri eini hús, er stavnsbundin restina av lívinum, tí møguleikarnir at selja húsini og fáa okkurt minni at búgva í á eldri árum, er ógvuliga avmarkaður.
- Samstundis er livistøðið í Føroyum eini 30% lægri enn í Danmark, so hví skulu útisetar yvirhøvur hugsa um at flyta heim aftur til til slíkar treytir, spyr stjórin í Húsalánsgrunninum.
- Eg ivist ikki í, at prísurin á bústaði ger sítt til at forskrekkja fólk frá at flyta heim, sigur Andras Róin.
Tí heldur hann, at ein fjølbroyttari bústaðarmarknaður, har tað ber til at ogna sær ein lutfalsliga bíligan bústað, hevur avgerðandi týdning í royndunum at fáa fólk heim aftur at búgva.
- Men hetta er eisini ein spurningur um, at alt bústaðarmynstrið broytist. Hjá modernaðum fólki snýr lívið seg ikki bara um at byggja sær eini sethús og at brúka ein stóran part av lívinum upp á at rinda rentur og avdráttir.
- Hjá modernaðum fólki snýr tað seg meiri um at hava tað góða lívið, og har eru bústaðarviðurskiftini av avgerðandi týdningi, heldur Andras Róin.

30 fyrimyndir mitt í Havnini

Um stutta tíð skulu einar 30 íbúðir byggjast í Havnini, sum skulu vera fyrimyndir fyri aðra íbúðarbygging runt um í landinum.
Andras Róin, stjóri í Húsalánsgrunninum, sigur, at hetta er ein verkætlan, hann er serstakliga spentur upp á
Húsalánsgrunnurin eigur eitt stykki upp á 6.500 fermetrar við Mattalág í Havn.
Har er ætlanin at byggja fara undur eina royndarverkætlan við at byggja ymisk sløg av íbúðum, bæði bústaðir til ungdóm, til støk og aðrar bólkar.
- Alt økið verður kanska 30 íbúðir, men ætlanin er at byggja eini fýra, fimm sløg av íbúðum.
- Hepnast tað væl, kunnu hesar íbúðirnar verða fyrimynd, tá ið aðrar íbúðir skulu byggjast.
Andras Róin sigur, at verða somu tekningar o.s.fr., brúktar aftur, fer tað helst at fáa prísin á hvørjari einstakari íbúð rættiliga langt niður, tá ið sama slag íbúðir verða bygdar aðrastaðni.
- Tað er onki galið at kopiera eitt gott byggjarí og samstundis kann tað fáa prísin rættiliga langt niður.
Hann sigur, at longu seinni í hesum mánaðinum er ætlanin at skipa fyri eini hugskotskapping ímillum arkitektar um íbúðarbygging á stykkinum í Mattalág.

Um alt landið
Fyri Húsalánsgrunnin hevur tað annars stóran týdning, at bygt verður um alt landið.
Í hesum sambandi hevur hann lagt sær orðini hjá Húsalánsgrunninum í Hetlandi í geyma.
Har verður dentur lagdur á at byggja um alt Hetland, tí verður bara bygt í miðstaðarøkinum, hava fólk, sum vilja sleppa sær av við húsini og fáa sær okkurt minni, onki val uttan at flyta úr bygdini, ella av oynni, inn í miðstaðarøkið.
- Tað er ein hugsunarháttur, sum dámar okkum væl.
Eg sigi ikki, at íbúðarbygging skal verða í hvørjari einastu bygd, men fyri mær er tað heilt nátúrligt, at bygdir við 100-200 fólkum, hava 6-10 íbúðir til taks, sigur Andras Róin, stjóri í Húsalánsgrunnurin.
50.000 á borðið
Gongur dreymurin hjá Andras Róin út, skal tað bera til at ogna sær eina góða lutaíbúð við at leggja 50.000 krónur á borðið.
Eitt hugsandi model er, at tann, sum keypir eina lutaíbúð, skal sjálvur útvega sær 200.000 krónur.
Men í Danmark er tað vanligt, at tann, sum ognar sær íbúðina fyri eina millión leggur 5%, ella 50.000 krónur á borðið.
Síðani ber til at læna 150.000 til restina av innskotinum í einum peningastovni.
So eru 800.000 krónur, ella 80% av prísinum á íbúðini upp á eina millión eftir, men tey lænir lutaíbúðarfelagið so frá Húsalánsgrunninum.
- Eftir einum modelli sum hesum, verður húsaleigan 4000-4500 krónur um mánaðin, sigur Andras Róin.
Í hesum sambandi sigur hann, at eftir eini vegleiðing frá Almannamálaráðnum, klára tey flestu at rinda eina leigu upp á 5000 krónur um mánaðin.
Men leigan skal helst ikki fara upp um tað, tí so megna fyritíðarpensjónistar summir stakir uppihaldarar og aðrir veikir bólkar, ikki at fylgja við.

Fáa lív í Miðbyin

Eitt, sum vindur meiri og meiri upp á seg í londum rundan um okkum, er, at byggja íbúðir inn í býunum.
Talan kann vera gamlar virkisbygningar, sum ikki verða brúktir longur, men sum verða bygdir til íbúðir fyri at fáa lív í miðbýirnar aftur.
Í Hetlandi er dømi um eina kirkju, sum er bygd um til íbúðir.
- Nógvir miðbýir eru tómir og keðiligir og tað er stórt spell og hví skulu fólk noyðast langt út í hagan fyri at fáa tak yvir høvdið.
Andras Róin heldur, at tað kunnu eisini vera stórir bygningar í Havnini, sum saktans kunnu byggjast um til íbúðir.
- Tað hevði skapt nógv lív í miðbýin í Havnini.
Hann nevnir kommunuskúlan sum eitt dømi.
- Tað tykist sum um at semja er um, at hann skal ikki vera skúli aftur, so tað hevði avgjørt verið ein møguleiki at gjørt hann til ein íbúðarblokk.
Les eisini greinina: Rentan kann lækka 1,5%: