Føroyska byggivinnan hevur verið í nøkrum ógvusligum brotasjógvum seinastu árini. Í 2006 og 2007 var ógvusliga stórt virksemið í føroysku byggivinnuni, men eftir heilt stuttari tíð minkaði eftirspurningurin á føroyska byggimarknaðinum burtur í lítið og einki, og í 2009 var lítið virksemi í føroysku byggivinnuni. Miðskeiðis í 2010 vóru ábendingar um ljósari tíðir í føroysku byggivinnuni, men allarhelst hava metingarnar verið ov bjartskygdar á sumri 2010, tí vísitalið hjá byggivinnuni er fallið rættiliga fitt aftur í nýggjastu konjunkturkanningini.
Í januar 2007 var vísitalið hjá byggivinnuni 91 og í januar 2009 var tað fallið heilt niður á -81. Síðan kom tað spakuliga uppaftur. Í juni 2010 var tað -5, men nú er tað fallið niður á -32. Byggivinnan er tí tann vinnugreinin í føroyska konjunkturbarometrinum, sum hevur havt nógv tey ógvusligastu sveiggini seinastu árini. Byggivinnan hevur næstan rakt bæði loftið og botnin í føroyska konjunkturbarometrinum.
Ein orsøk til mistreysti í byggivinnuni kann vera, at tilsagnir um fígging til nýggjar og størri byggiverkætlanir vórðu trektar aftur, tá ið Fíggjarligt Støðufesti yvirtók Eik í oktober 2010. Lítli eftirspurningurin eftir lagaligum orkulánum úr Húsalánsgrunninum gevur eisini ábendingar um, at fólk aftra seg og ikki rættiliga eru komin yvir hvøkkin, tá ið Eik samtakið koppaði.
Hetta ávirkar allan tann føroyska byggimarknaðin, sum kann býtast sundur í byggifyritøkur, sum fáast við størri byggiverkætlanir og byggimeistarar á sethúsamarknaðinum, ið mest fáast við bústaðabygging og aðrar smærri byggiverkætlanir.