Ikki síðani aldarskiftið eru bygd so fá sethús í Føroyum sum í fjør. Í fjør vórðu færri enn 150 sethús bygd. Síðstu 12 árini hevur talið annars ligið omanfyri 200 um árið.
Sama gongd er at síggja innan aðra bygging. Tað veri seg vinnu- og almennar bygningar, íbúðir og so framvegis. Tað verða bygd færri hús.
Í síni ársfrágreiðing viðger Føroya Arbeiðsgevarafelag støðuna í byggivinnuni og handverksvinnuni sum heild.
Arbeiðsgevararnir staðfesta, at lønargjaldingarnar í byggivinnuni klára ikki at fylgja við vøkstrinum í øðrum vinnum. Meðan byggivinnan rindaði 429 milliónir í lønum í 2011, tódnaðu lønargjaldingarnar niður í 419 milliónir í fjør.
Til samanberingar vóru lønargjaldingarnar í byggivinnuni 511 milliónir krónur í 2007, 542 milliónir í 2008, 449 milliónir í 2009 og 415 milliónir í 2010.
- Seinastu fimm árini er talið av løntakarum í byggivinnuni minkað við næstan einum fjórðingi, sigur Arbeiðsgevarafelagið.
Felagið staðfestir tí, at byggivinnan framvegis ikki hevur fótað sær rættuliga síðani 2010, ið var eitt sera vánaligt ár.
Um útlitini fyri árið í ár sigur Arbeiðsgevarafelagið:
- Í 2012 snúði tað seg hjá nógvum fyritøkum mest um at yvirliva, til tíðirnar vórðu betri. Sum heild eru útlitini hjá byggivinnuni nakað frægari. Men ein fortreyt fyri hesum er tó, at almennu byggiverkætlanirnar koma av tekniborðinum og gerast til ítøkiligar byggiverkætlanir.










