Tað sæst ikki aftur í talinum av lærlingum, at byggivinnan er glóðheit í løtuni, tí hóast virksemi í byggivinnuni sjáldan hevur verið størri, so er talið av lærlingum munandi lægri enn tað var í 2007, tá talið av lærlingum setti met. Hinvegin hava tað ikki verið so nógvir lærlingar í læru síðani 2008.
Havnar Handverksmeistarafelag og Føroya Handverksmeistarafelag vístu í gjár á trupulleikan við manglandi lærlingum á hondverkaraøkinum, og at feløgini í næstu fara undir tiltøk, ið skulu betra um støðuna.
Feløgini hava eisini orsøk at vera stúrin, tí hóast talið av lærlingum til timburmenn hækkaði úr 37 til 43 lærlingar frá 2012 til 2015, so er 25 færri lærlingar enn í 2007, tá 68 lærlingar lærdu til timburmenn.
36 lærlingar lærdu til elektrikarar í 2015, og er tað 11 færri í 2007, tá 47 lærlingar vóru.
Talið av skrivaðum lærusáttmálum í 2015 var 284, hetta er 18 fleiri lærusáttmála enn í 2014. Hægsta tal av lærusáttmálum, ið komnir eru inn eitt einstakt ár var í 2007, tá skrivaðir vóru 415 lærusáttmálar.
Tó so, um hugt verður eftir gongdini sienastu fýra árini, so er ein framgongd at síggja á øllum økjum.Um vit hyggja at teimum traditiónsbundnu útbúgvingunum elektrikari, timburmaður, maskinsmiður, skrivstova og smásøla síggja tølini samanborið við 2007 soleiðis út:
| 2007 | 2012 | 2013 | 2014 | 2015 |
Elektrikari | 47 | 25 | 38 | 40 | 36 |
Timburmaður | 68 | 37 | 41 | 41 | 43 |
Maskinsmiður | 45 | 41 | 54 | 35 | 42 |
Skrivstova | 73 | 29 | 38 | 30 | 32 |
Smásøla | 34 | 34 | 41 | 40 | 42 |
Í alt | 415 | 229 | 278 | 266 | 284 |