Arbeiðs- og brunaeftirlitið hevur í dag kunngjørt nøkur hagtøl, ið benda á, at málrættaðu eftirlitsvitjanirnar í byggivinnuni, ið stovnurin fór undir í 2015, hava ført til batar í arbeiðsumhvørvinum.
2015 var fyrsta árið, tá ið stovnurin vitjaði byggipláss, og gav stovnurin tá 479 boð eftir 93 eftirlitsvitjanir. Árið eftir vitjaði stovnurin 115 byggipláss og gav 261 boð, meðan 93 eftirlitsvitjanir vóru í fjør, har 127 boð vóru givin.
- Lítil ivi er tískil um, at eftirlitini seinru árini hava eina jaliga ávirkan á arbeiðsumhvørvið í føroysku byggivinnuni - og at støðið áhaldandi batnar, skrivar stovnurin um positivu hagtølini.
Arbeiðs- og brunaeftirlitið upplýsir, at til eftirlitsvitjanirnar verður serligur dentur lagdur á m.a. eftirlit við byggipallum, tøkniligum hjálpartólum og vandanum fyri at detta niður í sambandi við arbeiði í hæddum. Um onkrir manglar í mun til arbeiðsumhvørvi verða staðfestir, gevur stovnurin boð um at fáa manglarnar í rættlag.