Byggitilfar fór á flog í Klaksvík

Sjálvt á hásumri er neyðugt at fylgja við veðrinum

Hóast tað er hásummar -í hvussu so er eftir álmanakkanum- er tað framvegis neyðugt at fylgja við veðrinum, serliga hjá teimum, sum hava ymiskt liggjandi, ið kann fara á flog.

 

Í nátt hevur verið eitt sindur av vindi summastaðni og úr Klaksvík fekk løgreglan boð um, at byggitilfar av tí lættara slagnum, var farið á flog av einum byggiplássi og lá og feyk ímillum húsini.  Tað var byggitilfar sum stóð uppi á takinum á gamla spinnarínum, sum tey eru í ferð við at umvæla.

 

Talan var í mesta mun um tilfara at isolera við, so vandamikið var tað ikki, men sløkkiliðið í Klaksvík mátti so til verka í nátt at bjarga tíð, ið bjargast kundi.