Byggitøkningar útbúnir

Í dag hava 10 byggitøkningar veriðð uppi til próvtøku. Hetta eru teir fyrstu síðani 1988 Útbúgvingin sum byggitøkningur er ikki nýggj her á landi. Men kortini eru liðin 19 ár, síðani seinastu næmingarnir fingu prógv í hesari lærugrein í Føroyum.

Orsøkiner hon, at útbúgvingin varð niðurløgd tá kreppan byrjaði at gera um seg í Føroyum. Men fyri tveimum árum síðani varð farið undir aftur hesa útbúgvingina, og tá talan er um tvey-ára útbúgving var tíðin komin til endaliga próvtøku.

Útbúgvingarleiðari er Jóhan Eli Ellendersen, sum sjálvur er útbúgvin á Vitus Bering Danmark, ið er skúli fyri verk- og byggifrøðingar. Hann varð biðin at koma til Føroya júst fyri at fáa hesa útbúgvingina upp at standa aftur.

Tá umsóknarfreistin var úti fyri tveium árum síðani, høvdu 35 søkt. 18 vórðu tiknir inn, men tríggir fullu frá eftir stutta tíð og ein mátti gevast vegna sjúku. Haraftrat valdu fýra næmingar at lesa víðari niðri eftir hálvtannað ár í Føroyum, og tí vóru tað bert tíggju næmingar, sum fóru upp til endaligu royndina í dag.

Væl má sigast at hava gingið, tí Jóhan Eli kundi siga, at meðal próvtøkutølini vóru heili 9,6.

Útbúgvingin fer fram í samstarvi við Vitus Bering skúlan í Danmark, og lesandi í Føroyum verða tikin inn á V. B. Á jøvnum føti við aðrar útbúgvingar í Danmark.