Byggisjusk í miðnámsskúlanum í Hovi

Miðnámsskúlin í Hovi bleiv tikin í nýtslu fyri umleið einum ári síðani, men byggisjusk merkir gerandisdagin hjá næmingum og lærarum á skúlanum. Tað gýsur inn í skúlan, og tað kann gerast ógvuliga kalt í støðum, tá ið ættin ikki er til vildar.

Soleiðis sigur rektarin á miðnámsskúlanum í Hovi, Ole Laursen. Hann staðfestir, at skúlin er merktur av byggisjusk.

Frammanundan hava trupulleikar verið við isoleringini millum undirvísingarhølini, men tann trupulleikin er fyri stuttum loystur.

Nú er talan um gólv í fimleikarhøllini, sum ikki er í góðum standi, og tað gýsur nógv inn kring skúlan.

-Skúlin er í stóran mun merktur av byggisjusk, sigur Ole Laursen .

Oyvindur Brimnes stjóri á Landsverk sigur, at hann kennir til trupulleikan.

-Fyri stuttum var ein eitt ára eftirmetingarkanning gjørd av skúlanum, og tá gjørdist greitt at fleiri trupulleikar eru við skúlanum, sigur Oyvindur Brimnes.