Smáar kommunur hava stórar avbjóðingar við nýggju byggireglugerðini, sum kom í gildi á nýggjárinum. Tær hava ikki umsiting, sum er før at viðgera byggiloyvi, og tí hevur verið umrøtt, at Kommunufelagið ger eina deild, sum kann røkja hendan partin fyri smærri kommunurnar.
Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum, sigur, at hetta hevur verið umrøtt.
– Men tað fær helst ikki undirtøku, tí tað er ikki so einfalt at skipa eina slíka deild. Heldur verður mælt til, at størru kommunur selja smærri kommununum tænastur, sigur hann.
– Trupulleikin er sjálvandi, at ábyrgdin kann ikki flytast frá kommununum, og at tað altíð er tann, sum byggir, sum hevur størstu ábyrgdina av, at reglurnar verða fylgdar, sigur hann.
Í nógvum kommunum er rættiliga avmarkað við, hvussu nógv byggiloyvi verða útskrivað, men stórar kommunur, sum Tórshavnar kommuna og Klaksvíkar kommuna hava deildir við teimum førleikum, sum skulu til at viðgerða byggimál.










