Justinus Ejdesgaard eigur bæði fyrstu og næstu niðursetuhusini á Hellunum. Tey eru frá 1849 og 1853. Tað eina hevur staðið sum hoyggjhús og fyri 10 árum síðani byrjaði Justinus at hugsað um at byggja tey upp sum sethús av rekaviði.
Fyri trimum árum síðani fór hann undir at samla rekavið saman. Hann hevur leitað um alt landi - serliga í Noroyggjum við Haraldsund og Hvannasund og hevur í dag nokk til gólv, vindeygu, hurðar og bróst.
Í alt hevur Jústinus savnað saman 90 rekar, sum nú verða sagaðir sundir og lagdir at turka í tríggjar mánaðir í Snikkaravirkinum í Rituvík. Tá viðurin verðir skorin skal hann vera so vátur sum gjørligt, og síðan skal hann turkast, greiðir Jústinus frá.
Royndir av viðinum hava verið sendar til Íslendsku Skógarrøktina, sum hevur greina tilfarið. Tí ber til at siga, hvagani trøðini stava, hvussu gomul tey eru, og hvussu leingi tey hava livað.
Rekaviðurin vísir seg at koma allur sum hann er úr Sibiria. Tað er mest fura og lerkur - tvey granntrøð eru tó ímillum, greiðir Justinus frá. Trøðini hevur hann funnið um allar Føroyar, og tað var neyðugt at hava kranabil við, so hvørt sum viðurin skuldi savnast upp.
Elsta træðið er byrjað at næla í 1669 og er deytt í 1871. Longsti bulurin er umleið 9 metur langur og teir stystu eru millum tríggjar og fýra metrar.