Sleipibátafelagið hjá A.P. Møller, Switzer, hevur bílagt 29 nýbygningar, sum verða hildnir at kosta umleið eina milliard krónur.
Seks av skipunum skulu byggjast á donsku Lindø-skipasmiðjuni, sum A.P. Møller eigur, men tað er møguligt, at skipasmiðjan skal byggja átta skip afturat. Skrokkarnir verða kortini ikki bygdir har, men á einari skipasmiðju í Litava.
Lindø skal lata reiðarínum tann fyrsta nýbygningin næsta ár, og ætlandi verða øll 29 skipini liðug í 2006. Tey skipini, sum ikki verða bygd í Danmark, skulu byggjast á skipasmiðjum í Avstralia, Spania og Singapore.










