Byggingin av nýggja kryvjivirkinum til alivinnuna, sum verður gjørt av vestara havnaøki í Klaksvík, gongur sum ætla.
Tað eru alifyritøkurnar Eystlaks og Faroe Salmon, sum standa aftanfyri nýggja felagið, Kryvjing, og tað verða eisini hesar fyritøkurnar, sum koma at brúka kryvjivirkið.
Í løtuni verða stóru sperrurnar til virkið settar upp, og ætlanin er, at virkið skal verða innilokað í ár. Komandi vár er ætlanin at fara undir virksemið á virkinum.
Í minna lagi
Kryvjivirkið fer við seinasta plássinum á vestara havnaøki, har tað er vorðið sera trongligt. Ætlanin var, at kryvjivirkið skuldi verða nakað størri, men tað bar ikki til, tí plássið er avmarkað á økinum.
Virkið skal taka ímóti 15000 tonsum av laski um árið, og tað sleppur tað helst at gera longu komandi ár. Tí er virkið í minna lagi, men Eystlaks og Faroe Salmon ætla at klára seg við hesum virki fyribils.
Tá virkið verður klárt fer virksemið á vestara havnaøkið at økjast, og í løtuni er einki pláss eftir at byggja á nærindis.
Seta nógvar pengar av
Klaksvíkar kommuna hevur viðgjørt spurningin um havnaøki, og líkt er til, at meira verður gjørt við góðshavnina í Ánunum komandi ár.
Enn er fíggjarætlanin hjá Klaksvíkar kommunu ikki almenn, men líkt er til, at einar fimm milliónir verða settar av til útfylling í Ánunum komandi ár.
Hetta er ein trivaligur partur av samlaðu íløgunum hjá Klaksvíkar kommunu, og kjak hevur verið í meirilutanum um, hvørt hetta er ein røtt íløga at gera.
Nú skal uppskotið um fíggjarætlan ummælast í teimum ymsu nevndunum í býráðnum, og verður eingin stór broyting gjørd eftir ta viðgerðina, verður meira gjørt við góðshavnina í Ánunum komandi ár.
Tosað hevur eisini verið um at útbyggja vestara havnaøkið, men her eru ongar ítøkiligar ætlanir í løtuni.